– At hjálpa teimum sum koyra bil at fáa bíligari brenninevni mátti ikki verið tað fyrsta, sum samgongan tók stig til.
Tað heldur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um málið, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag.
– Hevði tað verið olja til húsarahaldini, sum bleiv bíligari, so var tað ein hjálp. Um tað ikki ber til at gera tað upp á tann mátan, sum ætlanin var, so er finna ein annan hátt, sum hjálpir teimum, sum ætlanin var at hjálpa, heldur Heri Reyneim.
Annars vísir hann á, at um nýggja landsstýrið tók stig til at broyta starvsmannalógina, so hon var galdandi fyri øll, so øll fingu fulla løn undir sjúku, so hevði tað veruliga verið eitt stig, sum munar, og sum kostar minni enn at sleppa bileigarum undan at gjalda mvg av olju og diesel, sigur hann.
Havnar Arbeiðarafelag hevur júst nú stovnað ein sjúkragrunn, soleiðis at tímaløntu limirnir hjá felagnum frameftir kunnu fáa fulla løn, um teir verða sjúkrameldaðir.
Tað gjørdi felagið á eykaaðlfundi fyrr í mánaðinum.
Galdandi skipan um sjúkradagpengar ger mun á tímaløntum arbeiðarum, og fastløntum starvsfólkum, og tað heldur Heri Reynheim lítið um. Hann vísir á, at tað rakar eisini, tá avvarðandi verða rakt av sjúku.
Nýggi sjúkragrunnurin hjá Havnar Arbeiðarafelag er longu farin at virka.
– Tað nyttar einki hjá okkum bara at sita og síðulinjuni og bíða, til politikararnir gera nakað, tí eru vit sjálvi farin í holt við hetta, sum eigur at vera eitt mál fyri politikararnar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at hann skilir ikki politikarar, sum byggja garðar, har tað eru garðar, og einki gera, har tað veruliga er brúk fyri at byggja garðar.










