Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudagin

Sunnudagin 26. apríl kl. 14.00 verður stórt hátíðarhald í Oyndarfirði, í samband við at nýggj standmynd verður avdúkað.

Tað er listakvinnan Lív Ejdesgaard, sum hevur evnað standmyndina, ið kallast Vónarinnar Ljós. 

Standmyndin er til øll, sum hava mist, og er ein møguleiki at steðga á eina løtu og leggja merki til, hvussu ljósið eisini vinnur á sorgini.

Umframt avdúkingina verða røður og tónleikur á skránni.

Eisini verður bjóðað suppa, kaka og drekkamuður.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Runavíkar kommuna.