Bjørk tók DM-heitið

Tríkvart minuttir var aftur til næsta rennaran, tá Bjørk Herup Olsen í gjár vann DM-heitið á 3.000 metrum

Frælsur ítróttur

 

Sunnudagin skuldi Bjørk liva upp til leiklutin sum favorittur á yndisgrein hennara, sum er 3.000 metrar. Og her var eingin slingur í valsinum. Sjálvt um Bjørk ikki rann sína bestu tíð, endaði hon 43 sekund ella umleið 200 metrar frammanfyri næsta rennaran. So nú er Bjørk danskur meistari á 3.000 metrum bæði innan- og uttandura.

Í sjálvum sær er gullmerkið eitt bragd, men tá talan er um somikið sannførandi sigur, er einki at siga til, at tey í Danmark eisini undraðust á føroyska rennaran, sum bara tykist gerast betri og betri.

Og alt í alt gjørdist talan um eina sera góða kapping sæð við føroyskum eygum. Umframt tey trý gullmerkini, sum Rúni Seloy og Bjørk vunnu, komu eisini onnur heiðursmerki í pottin. Bjørk rann seg til silvur á 1.500 metrum, og 2.000 metra forðarenning rann Jan Elmar Sørensen seg rættiliga óvæntað til bronsumerki.