Bjargaði maðurin: Ein stór alda fylti bátin

- Tað var ikki, fyrr enn maðurin hevði verið í gummibátinum í einar tríggjar tímar, at bæði ferðafólk og yvirmenn á brúnni á Smyrli fingu eyga á hann

Í gjár bjargaði strandfaraskipið Smyril einum úr einum bjargingarbáti, og hetta var á leiðini eystur úr Sandoynni.

 

Maðurin í gummibátinum var nakað kaldur, og hann var skelkaður av støðuni, hann var komin í, men var annars rimiliga væl fyri.

 

Sambært www.dimma.fo, sum í dag hevur skift orð við løgregluna, var Smyril á veg til Suðuroyar, tá maðurin í gummibátinum varð sæddur og bjargaður.

 

Maðurin fylgdi við Smyrli norðuraftur, og av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar, tá Smyril kom aftur til Havnar.

 

- Av tilvild vóru løgreglufólk við Smyrli hendan túrin, og tey prátaðu við mannin, tá hann hevði fingið turr klæðir og ein bita og var ernaður aftur.

 

Dimma.fo veit at siga, at tað fyrsta, sum løgreglan kundi staðfesta, var, at maðurin var ikki ávirkaður av rúsdrekka. 

 

Løgreglan sigur, at maðurin var farin av Havnini í fjørðin við einum 10-mannafari, og hann hevði lagt seg at royna nakað suður úr Borðuni og Kirkjubønesi.

 

- Veðrið var gott, men har eru streymviðurskiftini ring, og út á seinnapartin bleiv tað rættiliga ófantaligt, tá tað breyt í bæði borð.

 

Løgregla veit frá manninum at siga, at hann royndi at sigla seg burtur úr hesum, hann var komin í, men tá fekk hann eina aldu inn á reyvina á bátinum, og báturin fyltist.

 

– Sostatt var einki hjá manninum at gera uttan at fara í gummibátin, og tað eydnaðist honum ikki at fáa telefonina við sær, so hann fekk ikki givið boð frá sær.

Maðurin rak nú suður eftir, og tvær ferðir sá hann bátar og sendi neyðbluss, men tey, sum vóru í bátunum, sóu hann ikki.

 

##med2##

 

Løgreglan veit at siga, at tað var ikki, fyrr enn maðurin hevði verið í gummibátinum í einar tríggjar tímar, og hevði rikið nakað væl suður eystan fyri Sandoynna, at bæði ferðafólk, og ymvirmenninir á brúnni á Smyrli fingu eyga á hann.

 

– Bjargingin gekk bæði skjótt og væl, sigur løgreglan við www.dimma.fo

 

Vit kunnu leggja aftrat, at 10-mannafarið, sum fekk sjógvin, sakk. Tað váttar løgreglan yvirfyri In.fo.