Bjargingarfelag nýggja nevnd

Á aðalfundi í Havnar Bjargingarfelag hin 21. apríl 2002 varð nýggj nevnd vald. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, hesir vóru Súni Vinther og Guttormur Eysturoy, meðan Kartni Olsen áður hevur tikið seg úr nevndini.

TÍÐINDASKRIV

Jens Hansen og Edvard Kjeld stóðu ikki fyri afturvali. Í nevndini vórðu valdir Fríðrikkur Heinsen, Súni Vinther og Heini Eysturoy. Niels Olsen er tiltakslimur.

Nevndin hevur skipað seg við Heina Eysturoy sum formanni, Jens Hansen sum næstformanni, Fríðrikki Heinesen sum skrivara og Edvardi Kjeld sum nevndarlimi.

Havnar Bjargingarfelag er ein sjálvboðin felagsskapur, ið hevur til endamáls at veita hjálp í samband við vanlukkur á sjógvi og landi, í tilburðum har verandi skipanir ikki einsamallar klára uppgávuna.

Havnar Bjargingarfelag hevur seinastu árini havt sera ringar arbeiðsumstøður, og hevur virksemið verið tarnað av, at felagið eingi høli hevur havt at húsast í, eftir at hølini ið felagið hevði á Bryggjubakka vórðu latin øðrum.

Nýggja nevndin hevur sett sær fyri, at arbeiða við at fáa felagnum nøktandi høli. Tann útgerðin felagið eigur, er m.a. ein bilur og onnur bjargingarútgerð, ið krevur at vera í góðum standi og vera til taks tá ið brúk er fyri henni.

Nýggja nevndi hevur somuleiðis sett sær fyri, at skipa fyri skeiðum og venjingum t.d. skeiðum í 1. hjálp og leiting.
Somuleiðis er ætlanin at fáa greiðu á hvønn leiklut felagið skal hava, í sambandi við eina komandi tilbúgvingarætlan.

Felagið er fyri øll, ið á ein ella annan hátt vilja geva eina hjálpandi hond, tá ið vanlukkur henda. Uppgávurnar eru so mikið ymiskar í felagnum, at tørvur er á øllum, gomlum og ungum, kvinnum og monnum.

Tey í ynskja at gerast limir í felagnum eru vælkomin at boðað felagnum frá hesum.

Havnar Bjargingarfelag
Postsmoga 137
FO-110 Tórshavn
teldupostur: hbf@lfb.fo