Bjarni Hammer heldur flaggrøðu í Vági

Leygardagin 25. apríl kl. 17 verður flaggdagshaldið við Minnisvarðan í Vági. 

 

Skótaliðið Royndin skipar fyri flaggdagshaldinum við skrúgongu, røðu, felagssangi og drekkamunni.

 

Bjarni Hammer heldur flaggrøðuna, og Ljómur luttekur við sangi.

 

Skótar og úlvar møta kl 16.30 í Skótahúsinum, og ganga skrúgongu úr skótahúsinum kl. 16.45 oman til Minnisvarðan.

 

Aftaná tiltakið verður boðið til ein drekkamunn í Miðlatúni, skrivar vagur.fo.