- Í vetur og serliga um páskirnar vóru avbjóðingar við seyði, sum slapp inn í kirkjugarðin á Oyrunum. Hetta hevði við sær órógv fyri tey, hvørs kæru hava eitt hvílustað í kirkjugarðinum.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og her verður lagt soleiðis aftrat:
- Vit biðja um umbering fyri hetta, og nú tað várar, bjóða vit blómur til gravirnar.
Víst verður á, at Vágs kommuna í dag hevur sett summarblómur yvir í kirkjugarðin, har tey avvarðandi kunnu fáa sær tvær blómur at planta á gravirnar á Oyrunum.
- Vit arbeiða støðugt fyri at tryggja, at kirkjugarðurin er eitt virðiligt og friðarligt stað, og í samband við seyð, so hevur kommunan sett hægri hegn upp rundan um kirkjugarðin.
Í Vági eru tey sera hørm um, at seyður er sloppin inn í kirkjugarðin í vetur, og tey eru sera hørm um avbjóðingarnar, sum vóru um páskirnar.
- Vit biðja okkara borgarar um umbering fyri tað órógv, sum avbjóðingarnar við seyði førdu við sær, siga tey í Vágs kommunu í dag.










