Bjørt vil vera blákollut eftir næsta løgtingsval

Sum støðan er nú, er besti møguleikin at vit fáa eina sosiala samgonga, sum eisini kann taka stig á sjálvstýrisleið,

Soleiðis sum støðan er nú, er tað rættiliga sjálvsagt, at verandi andstøða fer at manna samgonguna eftir næsta løgtingsval.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon var í kjaki á Rás2 í vikuni, har tosað var um politsku støðuna og har varð víst á, at møguleikar fyri samgongu eru avmarkaðir eitt sindur við tað, at Javnaðarflokkurin hevur staðfest, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin.

 

Men Bjørt Samuelsen vísir á, at andstøðan hevur samstarvað rættiliga væl og hevur verið felags um stóran part av fíggjarpolitikkinum. Samstundis hevur andstøðan lagt nógv uppskot fyri løgtingið í felag.

Hon heldur, at tað hoyrir eini farnari tíð til at tosa um reyðar samgongur.

Men hon heldur hinvegin, at soleiðis sum landið liggur beint nú, hevði ein meiri blákollut samgonga ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, verið nokk so sjálvsøgd eftir næsta val.

Tað hevði verið samgonga, sum hevði verið sosial, men sum eisini hevði kunnað tikið stig á sjálvstýrisleið, sigur hon.

 

Hinvegin kann Javnaðarflokkurin eisini velja eina heimastýrissamgongu, saman við Sambandsflokkinum og tað er ein heilt onnur samgonga enn við Tjóðveldi og Framsókn.

 

Annars undrast Bjørt Samuelsen á, at Javnaðarflokkurin bara bannlýsir Fólkaflokkin, og ikki Sambandsflokkin, sum stendur á odda fyri øllum tí politikki, sum Javnaðarflokkurin ikki vil vita av.

- So tað vildi verið undarligt av Javnaðarflokkinum at fari í samgongu við Sambandsfloklin eftir valið, tí hann er trygdin fyri tí politikki, sum javnaðarflokkurin ikki vil vita av.

- Antin tekur Javnaðarflokkurin ikki Sambandsflokkin fyri fult, ella letur hann flokkin, sum enntá hevur løgmann, sleppa heilt undan ábyrgd.

 

Bjarni Djurholm tulkar fráboðanirnar, sum eru komnar andstøðuni soleiðis, at hon fer til val upp á at vinna valið saman.

- Tað er eingin ivi um, at tað verður ein reyð samgonga á fíggjarpolitiska og skattapolitiska økinum og kanska eisini á sosiala økinum.

- Samstundis er so lítil munur á Framsókn og Tjóðveldi, at teir eru mestsum smeltaðir saman, leggur hann afturat.

 

Annars heldur hann, at møguleikarnir fyri samgongu eru rættiliga avmarkaðir.

- Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava mestsum útihýst hvønn annan og Javnaðarflokkurin hevur útihýst Fólkaflokkin, sigur Bjarni Djurholm.

 

Hann væntar eisini, at hvørki Tjóðveldi, Framsókn ella Javnaðarflokkurin vilja í samstarv við Miðflokkin, tí hann hevur eitt ófrávíkiligt krav um, at etisk mál skulu ikki rørast, og hann væntar heldur ikki, at Framsókn kann arbeiða saman við Fólkaflokkinum, tí Poul Michelsen er rýmdur úr Fólkaflokkinum.