Blake Carrington deyður

Amerikanski filmsleikarin John Forsythe, sum hevði leiklutin sum Blake Carrington í sjónvarpsrøðini Dollars í árunum frá 1981 til 1989, er deyður. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at John Forsythe, sum var sjúkur av krabbameini í fleiri ár, doyði av lungnabruna.

 

John Forsythe var viðurkendur sum ein dugnaligur sjónleikari á palli, tá hann tók av tilboðnum um leiklutin sum Blake Carrington í Dollars.

 

Hann var 92 ára gamal, nú hann doyði.