Boði Haraldson býarverkfrøðingur í Havn

Boði Haraldson hevur tikið við sum býarverkfrøðingur í Havn eftir at Vøgg Guttesen andaðist í september

Eirikur Lindenskov


Nýggi býarverkfrøðingurin í Havn eitur Boði Haraldson. Hann er 37 ára gamal havnarmaður og útbúgvin verkfrøðingur.

Á býráðsfundi hóskvøldið avgjørdi býráðið at seta hann í starvið, eftir at Vøgg Guttesen, sum var býarverkfrøðingur seinastu 15 árini, doyði í september.

? Eg eri sera spentur upp á hesa avbjóðingina, og eg síggi fram til hetta spennandi arbeiðið, sigur Boði Haraldson, sum hevur starvast sum verkfrøðingur á býráðnum í Havn seinastu níggju árini. Tó var hann eitt skifti burtur, tá hann í hálvtannað ár starvaðist sum projektkoordinator hjá Kampsax Geoplan í Keypmannahavn.

Á býráðnum hevur hann serliga fingist við at kortleggja alt tað, ið menn hava grivið niður í vegir og teigar í býnum, so sum vatn, kloakk, el, telefon o. s. fr. Hann hevur eisini havt um hendi projektering av ymsum annlegsarbeiðum hjá kommununi.

Freistin at søkja starvið sum býarverkfrøðingur var úti 14. desember, og hevði býráðið fingið níggju umsóknir til starvið.

Herfyri setti býráðið annars Marius Müller sum tekniskan leiðara. Hann skal vera millumlið millum deildarleiðararnar og politikararnar.

Nú Boði Haralson er vorðin býarverkfrøðingur hevur býráðið sett Eivind Danielsen verfrøðing.

Á býráðsfundinum hóskvøldið var eisini viðgjørt eitt skriv frá Tórfinni Smith, sum mælir býráðnum til at samtykkja, at heitt verður á landsstýrið um at seta fyriskipanir í verk, sum styrkja skattainnkrevjingina..

Somuleiðis at heita á landsstýrið um sum skjótast at gera møguleikar fyri, at vinnurekandi, sum ikki lúka sínar skuldur mótvegis almennum myndugleikum, m. a. fíggjarliga, kunnu missa vinnuloyvið.

Hesum tók býráðið í Havn einmælt undir við.

Býráðið samtykti eisini at ganga eini umsókn frá Gundadalshøllini, Fleyr, Kyndli og Neistanum á møti. Tey høvdu søkt býráðið um íløgustuðul upp á 1,5 mió krónur til niðurgjalding av skuld í sambandi við afturkeyp av høllini, sum varð keypt fyri 3,9 mió krónur.

Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at høllin nú skyldar 2,6 mió krónur.

? Tá býráðið nú átekur sær 1,5 mió krónur er 1,1 mió krónir eftir, og hesa skuld seta tey seg før fyri at gjalda, sigur hann..

Hann sigur víðari, at tey, ið varða av høllini hava víst á, at tey eru við sviðusoð í mun til uttanduraítróttin, sum verður nógv meira stuðlaður við vallum o. s. fr.

? Hetta er so eisini fyri at veita innanduraítróttini stuðul, sigur Leivur Hansen.