Børnini, breiddin og tey bestu

Við orðunum »børnini, breiddin og tey bestu« bleiv ítróttarráðstevna um ítrótt 2025, undir heitinum »frá spælandi børnum til stór avrik« sett í morgun kl. 9.00.

Hetta er ein ráðstevna, ið Ítróttarsamband Føroya saman við Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri. 

 

Dagurin er settur upp í trý evni : »Børn og rørsla«, »Hagtøl og møguleikar við Tjarnir« og »Frá spælandi børnum til stór avrik«. 

Undir hvørjum evni eru framløgur frá bæði føroyskum og útlendskum granskarum. 

 

Fyri fullari Kongshøll var Louise T. Thomsen fyrst á pallinum. Hon greiddi frá verkætlanini Generation healthy kids. Eftir hana hoyrdu vit Báru Berghamar Danielsen tosa um FitFirst Suðuroy - rørsluvon børn. 

 

Eisini var Morten Hust Petersen og tosaði um, hvussu vit kunna brúka rørslu sum námsfrøðiligt amboð í gerandisdegnum. 

 

##med4##

Á skránni er eisini Magni Mohr, ið fer at tosa um rørslukanningar (tracking) av ítróttarfólki, børnum, eldri og sjúklingum. Eftir hann er tað Halvard Grenstat frá deildini fyri kropslig avrik á Norges Idrætshøgskole. Hann tosar um »hvussu nógv skula vit koyra á kroppin, tá hann stendur í vøkstri«. Síðst av fyrilestrahaldarunum er Signar Hilmarsson, ið er verkætlanarleiðari hjá ÍSF. Afturat hesum fyrilestrarhaldarunum hoyra vit eisini fýra føroyskar íðkarar, tey deila sínar persónligu royndir innan ítrótt og greiða frá um teirra ítróttarleið. 

 

##med2##

 

Tað er Eydna Skaale, ið er orðstýrari og leiðir áhoyrarnar gjøgnum dagin. 

 

##med3##

Hetta er annað árið á rað, at Ítróttarsamband Føroya og Fróðskaparsetur Føroya seta ítrótt og rørslu á skrá á stórari ráðstevnu. 

 

At tosa um børn og rørslu er eitt ógvuliga áhugavert og týdningarmikið evni. Tí allar kanningar vísa, at børn í dag røra seg minni og minni, og hetta er jú alt annað enn sunt og gott. Tí er tað gott, at fokus verður sett á hetta evnið, um hvussu vit kunna fáa rørslu meir inn í dagligdagin og samstundis hoyra um tær nýggjastu kanningar, ið eru gjørdar innan økið.  

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##