Bora stutt frá føroyska markinum í apríl

Bretska handils- og ídnaðarmálaráðið gav herfyri einum samtaki við fýra oljufeløgum atgongd til teir báðar teigarnar í tí Hvíta økinum, sum stjórnin fyrr í ár kannað sær rættin til. Farið verður at bora heilt stutt frá føroyska fiskimarkinum í apríl

 


Tað var mikil rómur á høvuðsskrivstovunum hjá tveimum av stóru oljufeløgunum, Arco og Conoco, tá tað herfyri gjørdist greitt, at tey høvdu fingið báðar blokkarnar í tí Hvíta økinum, sum fyrr í ár vórðu bodnir út millum oljufeløgini.

Saman við tveimum smærri oljufeløgum, British-Borneo og Ranger Oil, fingu tey bæði oljufeløgini hesa stóru og spennandi uppgávu - fyri fyrstu ferð nakrantíð at bora eftir olju í tí Hvíta økinum millum Føroyar og Hetland.

Higartil hevur bert verið borað eystan fyri Hvíta økið, sum liggur sum eitt ?ongamannaland? millum Føroyar og Hetland. Í fjør kunngjørdi bretska oljufelagið BP, at tað hevði funnið olju stutt frá Hvíta økinum. Tann oljukeldan hevur fingið navnið Suilven.

Eftir hetta fundið gjørdi bretska stjórnin av at designera tveir blokkar í tí Hvíta økinum, nakað, sum ikki er gjørt áður. Mett hevur verið, at eingin fór at kanna sær partur av hesum økinum, soleingi føroyingar og bretar eru ósamdir um eitt landgrunnsmark.

Orsøkin til at bretar kortini hava kannað sær tveir teigar í Hvíta økinum er fyrst og fremst tann, at roknað verður við, at Suilven-oljukeldan heldur fram úti í tí Hvíta økinum.

Gjørd varð so ein eyka útbjóðing, sum bert fevnir um hetta økið og sum skuldi avgreiðast skjótari enn vanligt er. Fleiri oljufeløg og samtøk buðu uppá hesi nýggju økini og tað varð samtakið við Arco og Conoco, sum fekk blokkarnar.


Fegin

-Vit eru ómetaliga fegin um at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Hetta verður okkara veruliga fyrsta avbjóðing vestan fyri Hetland sigur Jane Hill frá Arco.

Hóast tú mást bora fyri at siga nakað við vissu um


olju, so rokna eygleiðarar við, at tað eru meira enn 90% møguleiki fyri at finna olju her, nú Suilvenoljukeldan liggur so nær við.

Tað er Conoco, sum verður operatørur. Ætlanin er at bora tveir brunnar í næsta ár. Tann fyrra í apríl. Tað verður í blokki 204(14) tvs. tí partinum, sum liggur næst føroyska fiskimarkinum. Hetta verður sostatt tann boringin, sum er næst føroyska markinum yvirhøvur.

Borað verður við pallinum Sovereign Explorer, sum er ein gamal kenningur um hesar leiðir. Talan er um eitt dýpi uppá meira enn 1000 metrar.


Hørð kapping

Jane Hill frá Arco sigur, at tey fingu hesa uppgávuna í sera harðari kapping við fleiri onnur oljufeløg. -Vit fingu uppgávuna, tí vit hava lagt so nógv í fyrireikingarnar. Tað er gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri at fáa uppgávuna, og tað havi eg skilt, at eisini onnur oljufeløg hava gjørt.

Í tíðindaskrivi frá DTI verður sagt, at bólkurin við Arco og Conoco á odda hevði gjørt tað besta arbeiðsprogrammi fyri at kanna hesar báðar blokkarnar til fulnar.

Tilsamans komu inn seks ymsar umsóknir. Roknað hevur verið við, at BP og Shell fóru at fáa uppgávuna ella part av henni, nú hesi feløgini hava funnið Suilven-kelduna í grannalagnum.

Men so varð ikki. Tað hevur annars verið nakað av stríði um júst hesa útbjóðing. Føroyingar hava gjøgnum Danmark sagt bretum frá, at teir skila sær rætt til at kanna sær ein part av tí vestara blokkinum, um


marknamálið sum heild fer til Haagdómstólin.

Formaðurin í føroysku samráðingarnevndini, Árni Olafsson hevur eisini víst sína ónøgd við bretska stigið at kanna sær umrøddu blokkar, tí hetta hevur ávirkað javnvágina í samráðingunum.

Bretska stjórnin hevur spurt seg fyri hjá oljufeløgunum, um tey av hesi orsøk eru sinnað til at taka umsóknar sínar aftur, men tey hava øll svarað, at tað eru tey ikki.

Bretar hava síðani víst føroyska ?kravinum? aftur. Í tíðindaskrivinum frá DTI stendur annars um teir báðar blokkarnar í Hvíta økinum, at teir hava ikki verið við í nøkrum føroyskum kravi undir framhaldandi samráðingum í meira enn 30 ár um eitt mark millum Føroyar og Bretland.

Tey bæði oljufeløgini Arco og Conoco, sum hava fingið umrøddu uppgávu, eru bæði við í leitingini við Føroyar. Conoco er í bólki saman við Texaco og Murphey Oil, meðan Arco enn ongan samstarvspartnara hevur funnið sær. Arco er serliga kent fyri sítt virksemi í Alaska og USA. Felagið hevur víst Atlantsmótinum stóran áhuga og er við í leitingini vestan fyri Írland og nú eisini vestan fyri Hetland.