Borðtennis: Metnógvir leikarar til kapping

2. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini í Trongisvági í dag, og har var undirtøkan somikið góð, at luttakaratalið var tað hægsta í nógv ár.

53 leikarar luttóku, og tað er met - í øllum førum í nýggjari tíð. Tað higartil hægsta luttakaratalið var 8. februar 2020, tá ið 46 leikarar luttóku.

 

 

 

Tilgongdin hevur verið heilt góð bæði í Tór og TBF hetta kappingarárið, og hetta hevur verið avgerandi fyri, at tað í dag úrslitaði seg í somikið góðari undirtøku.

 

 

 

Borðtennissamband Føroya fegnast um framgongdina, men væntar tað røkjast fyri, at enn fleiri leikarar leggjast afturat í teimum fimm Grand Prix-umførunum, sum eftir eru at spæla.

 

 

 

Næsta kapping verður 9. november í høllini á Hálsi í Havn. Tá er triðja Grand Prix-umfar á skrá, samstundis sum borðtennisfelagið Tór í Havn fer at hátíðarhalda 30 ára stovningardag.

 

 

 

Myndir frá kappingini síggjast á heimasíðuni btsf.fo

 

 

 

Grand Prix 2 - úrslit

 

 

 

Bólkur A

 

1. Hallur Thorsteinsson (Tór)

 

2. Ári Fríðason Jensen (Tór)

 

3. Ólavur Hammer (TBF)

 

4. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

 

5. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

 

6. Edvard Nårstad (TBF)

 

7. Kai Roest (TBF)

 

8. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

 

 

Bólkur B

 

1. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

 

2. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

 

3. Elinborg C. Mortensen (TBF)

 

4. Hadassa S. Christiansen (Tór)

 

5. Jóel E. Bringsberg (Tór)

 

6. Jákup Margar Debess (Tór)

 

7. Suni á Lava (Tór)

 

8. Viljar Dulavík (Tór)

 

 

 

Bólkur C

 

1. Poul Knút Poulsen (TBF)

 

2. Bogi Bringsberg (Tór)

 

3. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)

 

4. Levi Simonsen (TBF)

 

5. Benjamin Simonsen (TBF)

 

6. Tummas Wilhelm (Tór)

 

7. Pumin Poulsen (TBF)

 

 

 

Bólkur D

 

1. Høgni Dalsgaard (Tór)

 

2. Ruben Fjalsá Benbakoura (Tór)

 

3. Faroe Chairoek (Tór)

 

4. Elias Otthamar Olsen (Tór)

 

5. Geiri Augustinussen (TBF)

 

6. Erik Biskopstø (Tór)

 

7. Kaja Thomsen (TBF)

 

 

 

Bólkur E

 

1. Rókur Løkjá (Tór)

 

2. David Simonsen (TBF)

 

3. Gullbrandur Arge Rasmussen (Tór)

 

4. Rúnar Gunnarsson (TBF)

 

5. Einar Johansen (TBF)

 

6. Angelina Øster (TBF) 

 

7. Jens Jón Johannesen (TBF)

 

 

 

Bólkur F

 

1. Liam Steinkross (TBF)

 

2. Mattias Holm (TBF)

 

3. Baldur Garðshamar (TBF)

 

4. Dávur Dionsson (TBF)

 

5. Filip Thorsteinsson (TBF)

 

6. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

 

7. Frej Thomsen (TBF)

 

 

 

Bólkur G

 

1. Allan Christiansen (TBF) 

 

2. Rósa í Dali (TBF) 

 

3. Rúna í Dali (TBF)

 

4. Xander Jacobsen (TBF)

 

5. Ólavur Johansen (TBF)

 

6. William Roest (TBF)

 

7. Tristan Jacobsen (TBF)