Ukraina hevur lopið á russiska etanol-verksmiðju

- Vrakleivdir fullu niður yvir ídnaðarøki. Eldur kom í, og eitt fólk hevur fingið løstir, sigur guvernørurin, Aleksander Gusev

Aleksander Gusev, guvernørur í russisku Voronezj-regiónini

Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at ukraina hevur lopið á eina russiska etanolverksmiðju við dronum.

 

Sagt verður, at talan er um eina verksmiðju í Voronezj-regiónini í Russlandi.

 

Russiskar Telegram-rásir og lokalir myndugleikar í økinum siga eisini frá ukrainska álopinum.

 

Guvernørurin í russisku regiónini, Aleksander Gusev, sigur á Telegram, at 10 ukrainskar dronur eru skotnar niður yvir regiónini seint í kvøld.

 

- Vrakleivdir fullu niður yvir ídnaðarøki. Eldur kom í, og eitt fólk hevur fingið løstir, sigur Aleksander Gusev sambært tíðindastovuni, NTB.

 

 

 

Aleksander Gusev, guvernørur í russisku Voronezj-regiónini