Sandship økir um flotan

Tíðindaskriv

SANDSHIP hevur ognað sær eitt farmiskip afturat. Skipið er bygt í Hollandi í 2001 og lastar um 3.000 tons.

Økingin kemst av vaksandi eftirspurningi í útlandinum. 

Jørgin Jacobsen, stjóri, sigur at skipið er í sera góðum standi og verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað kemur í sigling tíðliga í komandi ári. 

Skipið verður innlimað í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina FAS. Hetta verður fimta skipið hjá felagnum í Fuglafirði.