Borðtennis: Tríggir føroyingar luttaka í DM

Tað er ikki ein og hvør, ið sleppur at spæla DM. Tað eru nevniliga einans tey, sum eru ímillum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í Danmark.

Nú um vikuskifti 2. og 3. mai fara tríggir føroyskir borðtennisleikarar at luttaka í DM fyri ungdóm, sum verður spælt í Ribe Fritidscenter í vesturjútska býnum Ribe.


Føroyingarnir, sum skulu luttaka, eru Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa Schwartson Christiansen og Rasmus Teitsson í Skorini, øll úr borðtennisfelagnum Tór.


Hadassa og Rasmus luttaka í U15, meðan Elsa Kathrina, ið herfyri gjørdist føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum, luttekur í U19-kappingini.


Tað er ikki ein og hvør, ið sleppur at spæla DM. Tað eru nevniliga einans tey, sum eru ímillum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í Danmark.


Tey trý hava luttikið í fleiri donskum kappingum hetta kappingarárið, og hava úrslitini verið so góð, at tey við nóg nógvum stigum hava tryggjað sær atgongd til DM.