Heidi Andreasen, svimjari av Eiði, gjørdist heimskend, tá hon í Stokholmi 2. august 2001 umframt europeiskt met eisini setti heimsmet í 200 metrum blandari svimjing. Eiðisgentan fekk hendan dagin handað ikki færri enn 4 gull og 1 bronsumerki!
Heimbygdin tók hetta til sín sum eina stórhending og heimkomin úr Stokholmi varð hetjan heirað, tá eini 300-400 fólk um kvøldi 6. august komu saman á Vaglinum á Eiði.
Somuleiðis var hetta ein heiður fyri alt Føroya land og sum fólkið fegnaðist um.
Hitt almenna Sjónvarp Føroya gjørdi tó einki burtur úr hesi stórhending og loyvdi eg mær tá alment at seta Sjónvarpinum spurningin: "Hvar var SvF?"
Í heimsklassa.
Nú er so Heidi Andreasen , saman við fýra øðrum instillað til "Laureus Word Sport Award", har hon 14. mei verður stødd í Monaco og hevur møguleikan fyri at verða kosin til heimsins besta ítróttarfólk í sínum bólki.
Bara tað at verða vald út og soleiðis verða roknað millum heimsins bestu ,er stór hending í sær sjálvari. Spennandi løta verður tað av sonnum, tá avgerðin í Monaco verður tikin týsdagin 14. mei.
Gevið fólkinum lut í hesi løtu.
Hesa løtuna eiga føroyingar - og ikki minst fólkið á Eiði at fáa lut í. Hesin møguleikin og ábyrgd liggur hjá Sjónvarpi Føroya.
Áheitanin til SVF er tí, um ikki at endurtaka mistakið frá august í fjør, men at øll orku verður sett inn, soleiðis at løtan í Monaco, har Føroyar eru umboðar í heimsklassa, kann koma út í hvørja stovu í landinum -Heidi Andreasen til heiðurs og fólkinum til gleði.