Borimet á landgrunninum

Hvørki BP ella Jarðfeingi vilja upplýsa nakað fyrr enn í mars. Transocean Rather hevur í dag borað í fýra mánaðir Klokkan 01 eftir midnátt 22. februar vóru júst fýra mánaðir siðani borurin umborð á Transocean Rather varð settur í føroysku undirgrundina. Hvørki BP, sum er fyristøðufelag ella Jarðfeingi, vilja siga nakað um boringina. Tá boringin byrjaði segði Hjarnar Djurhuus, stjóri, at teir mettu arbeiðið fór at taka umleið fýra mánaðir. Síðani hava vit skilt, at borað fór at verða inn í mars mánað.

Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi er sera fáorðaður, tá vit spyrja um nýtt av Williamleiðini. ?Tað einasta eg kann siga er, at veðrið hevur verið ein stór avbjóðing. Hann leggur aftrat, at vit mugu bíða til í mars at fáa nakað at vita um boringina.

BP kungjørdi undan boringini, at tað fór at bora niður á 4750 metrar. Eisini varð sagt, at basaltlagið fór helst at vera nakrar hundrað metrar tjúkt. Tvey mál vóru í boriætlanini. Síðani hava vit frætt, at veðrið hevur tarnað arbeiðinum nógv, umframt at jarðfrøðin hevur ikki heilt verið sum mett frammanundan. Tilfarið í undirgrundini hevur verið misjavnt og svikaligt.

Williambrunnurin er sætti brunnur, sum er boraður á landgrunninum. Ongantíð áður hevur verið borað so leingi.