Boro skyldar tríkvart milliard

Middlesbrough hevur tað alt annað enn lætt á vøllinum, har liðið stríðist fyri at koma sær úr niðurflytingarvandanum í Premier League. Nú skriva enskir miðlar, at støðan hjá felagnum eisini er trupul uttan fyri vøllin. Sambært Gareth Southgate, sum er manager hjá felagnum, er skuldin nú um tríkvarta milliard. Flytur felagið niður, merkir hetta helst ein inntøkumiss upp á milllum 300 og 500 milliónir krónur.