Leygardagin 22. mars vórðu júst fimm mánaðir farnir, síðani pallurin Transocean Rather setti borin í undirgrundina, tvs. at BP hevur nú sett hol á sætta mánaðin í Williamboriverkætlanini, ið Shell, Anadarko og Faroe Petroleum eisini eru partur av. Harumframt hevur eitt oljufelag í fjareysturi eisini keypt seg inn í brunnin.
Boringin er rættiliga óvanlig í føroyskum høpi. Hetta er tann sætti brunnurin, sum verður boraður á landgrunninum, og ongantíð áður hevur tað tikið so drúgva tíð at bora ein brunn. BP metti undan boringini, at tað fór at taka einar 3 til 4 mánaðir at bora. Hjarnar Djurhuus, sum helst ikki vil gera viðmerkingar yvirhøvur til brunnin, vil tó siga so mikið sum, at veðrið hevur ikki verið til vildar part av tíðini.
Sosialurin veit so mikið, at BP ætlar sær ikki at sleppa endanum her og nú men fer helst at halda fram við boringini inn í apríl mánaða. Hvussu leingi er tó óvist. Upprunaliga var ætlanin at bora niður á 4750 metrar. Einki er likið út um, hvussu langt BP hevur borað, men eftir boritíðini at døma og um vit draga frá ta tíð, tá ódnarveður hevur tarnað boringini, kunnu vit loyva okkum at gita, at borað er niður á millum 3500 til 4000 metrar. Ringa veðrið hevur helst gjørt, at BP hevur mist kanska ein mánaða í boritíð umframt at basaltið og heldur ókend og óvantað jarðfrøði eisini hevur spælt eitt puss.
Oljuvinna bíðar í spenningi
Ikki bert almenningurin í Føroyum er spentur um úrslitið. Eisini onnur oljufeløg, sum hava leitiloyvi við Føroyar, eru tað. Tey vilja sera fegin fáa innlit í, hvussu jarðfrøðin sær út heilt niðri á 4500 til 5000 metra dýpi, tí henda vitan kann hava týdning fyri tey, tá og um tey skulu til at bora á landgrunninum í framtíðini. Um so er at BP gevst at bora væl áðrenn ætlaða málið á 4750 metrum verður tað tí eitt vónbrot eisini fyri tey feløg, sum ikki eru við í boringini, tí tey uttan iva ynskja at keypa sær vitan frá boringini. Sosialurin hevur spurt hjá Jarðfeingi, hvussu avtalan millum BP og Jarðfeingi sær út, men tað fáa vit ikki innlit í. Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er, um avtalan byggir á tíð heldur enn á dýpi. Aðrar avtalur millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar hava allar bygt á, at oljufeløg binda seg til at bora niður á eitt ávíst dýpi. Áhugaverdi spurningurin, sum vit tó ikki fáa nakað svar uppá, er: er tað hugsandi, at BP í avtalu síni hevur tryggjað sær, at tað kann gevast at bora, tá so og so nógvir dagar eru farnir – og sjálvt um tað ikki hevur borað niður á ætlaða dýpið?
Hálv milliard
Fyri BP og tess samstarvsfeløg er talan um eina sera kostnaðarrmikla boring. Tøl sum 350 mió. kr. vórðu nevnd undan boringini. Hon man fara at nærkast tí hálvu milliardini, tá avtornar. –Tað er einki at fjala yvir, at talan verður um eina megadýra boring sigur stjórin hjá BP í Føroyum, sum bara staðfestir, at arbeiðið heldur fram. Sum skilst hevur BP sum fyristøðufelag eisini ynskt at leiga tyrluna hjá Atlantic Airways inn í apríl.
Vit spurdu Hjarnar Djurhuus, hví teir ikki heldur bíðaðu til út á várið í ár at bora. Til tað sigur hann, at teir høvdu ein boripall tøkan, og í eini tíð tá tað er sera torført at fáa boripall, varð mett, at tað var skilabest at byrja at bora á vetri, tí tað hevur verið roynt fyrr uttan, at tað hevur skapt trupulleikar.
Tað eru umleið 100 fólk umborð á Transocean Rather. Sum skilst hevur BP gjørt avtalu um flutning millum boripall og Vágar inn í apríl mánaða. Hetta kundi bent á, at BP ætlar sær ikki at gevast á hálvum gekki men halda fram so leingi til ber.