Hjarnar Djuhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP øll hesi árini sigur við Sosialin, at sáttmálin uppá hølini Yviri við Strond er sagdur upp at ganga út í heyst. Orsøkin til at BP gevst er tann, at felagið hevur virksemi um allan heim og luttøkan í leitingarvirkseminum er grundað á útlitini innan leitiøkini. Hetta merkir tó ikki, at BP ikki trýr møguleiki er fyri at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Avgerðin at fara úr økinum byggir rætt og slætt uppá eina eina heildarmeting.
Hóast hesin oljurisin ikki ætlar at vera við í føroysku oljuleitingini longur so útilokar BP stjórin ikki, at BP sjálvandi kann taka sínu støðu upp til nýggja umhugsan, um so er, at ENI hevur hepni við sær at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum í Anne Marie brunninum, sum skal borast í summar. Hjarnar Djurhuus sigur, at eitt fund í summar er sjálvandi positivt fyri økið, men hvussu positivt veldst m.a. um støddina á fundinum.
Byrjaði í 1998
BP byrjaði sítt virksemi í Føroyum saman við Shell í 1998. Eigaralutfallið var tá 50% til hvør felag, og Shell var fyristøðufelag. Í desember sama ár valdi Shell at gevast í Føroyum, og BP helt tí áfram einsamalt. Í 2001 ynksti Shell aftur samstarv við BP, ið tá hevði fingið tillutað leitiøki 004, men nú bleiv eigaralutfallið 66,7% til BP og 33,3% til Shell.
Uppá fyrispurnng, hvussu nógvur peningur er nýttur hesi árini í Føroyum sigur stjórin, at tað er ikki vanligt at upplýsa hetta, men at nógvur peningur er nýttur síðani byrjað varð í 1998 er givið. Nógvur peningur er brúktur til seismiskar kanningar, til boring av Svínoy og William brunnunum, til stuðul til føroysk virki og stovnar og til skrivstovuhald bæði í Tórshavn og í Aberdeen. Sosialurin hevur kortini roknað seg fram til, at BP man hava brúkt millum eina og tvær milliardir krónur uppá Føroyaøkið hesi árini.
-Var tað eitt mistak at tit raðfestu Føroyar sum leitiøki og meta tit pengarnar tit hava brúkt her sum mistar og kanska eisini, at teir vóru betri brúktir aðrastaðni.?
-Nei. Tá talan er um oljuleiting mást tú góðtaka meira og minni hepni
-Er tað ikki eitt sindur óheppið, tá BP hevur brúkt so nógvar pengar til leiting her, um okkurt annað felag fær bingo, og BP tá longu hevur tikið seg úr økinum?
-Nei, soleiðis eru nú einaferð viðurskiftini í sambandi við olju- og gassleiting
-Var tað turri Williambrunnurin, sum fekk BP at taka avgerðina at rýma úr Føroyum?
-Nei, avgerðin at rýma úr Føroyum er ikki grundað á eina boring, men á eina heildarmeting
Føroyskir myndugleikar dugnaligir
-Hvat kann BP siga um samskiftið við føroyskar oljumyndugleikar?
-BP hevur alla tíðina havt eitt sera gott samskifti við føroysku oljumyndugleikarnar, sum BP heldur eru sera dugnaligir til teirra arbeiði
-Hvørji viðurskifti áttu at verið øðrvisi og broytt í sambandi við oljuleiting, um BP skuldi hildið fram við leitingini í Føroyum?
-BP hevur ongar tilráðingar til myndugleikarnar viðvíkjandi olju og gassleiting í Føroyum
-Nú er BP rættiliga virkið vestan fyri Hetland. Er økið vestan fyri Hetland eitt framtíðar menningarøki fyri olju og gass. Trúgva tit at tað goymir seg nógv olja og gass í undirgrundini her?
-Nýggj fund á Atlantsmótinum siga frá, at tað enn er olja og gass at finna í økinum, men tann núverðandi fíggjarstøðan, og eisini tær truplu umhvørvisumstøðurnar, eru avbjóðandi fyri virksemið í hesum økinum