Williambrunnurin: Tað er góður mánaði síðani, at BP setti hol á Williambrunnin á landgrunninum. Borast skulu 4750 metrar. Fyri viku síðani upplýsti stjórin hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djurhuus fyri Sosialinum, at boraðir vórðu umleið 1800 metrar. Hann segði eisini, at helst fer BP at røkka tí fyrsta málinum í brunninum fyri jól.
Tá Portalurin ringdi til Hjarnar Djurhuus nú júst ein mánaður er farin, síðani hol varð sett á, vórðu boðini frá oljustjóranum ógvuliga greið og avgjørd. Talan er um eitt ”tight hole”, og tað merkir, at eingir upplýsingar koma út til almenningin. Boringin er eftir øllum at døma komin inn í eina serstakliga spennandi fasu.
Í samrøðu við Rás 2 dagin undan boringini segði Jonathon Truemann, leitistjóri hjá BP, at teirra fyrsta mál er á millum 2500 og 3000 metra dýpi. Tá vit vita, at boraðir vórðu 1800 metrar fyri viku síðani, og veðrið hevur verið hampuligt, so kann hetta merkja, at BP, Shell og Anadarko ikki eru so langt vekk frá fyrsta málinum. Spurningurin er so, nær borurin kemur niður á basaltfláirnar. Undan boringini metti BP, at basaltið fór at vera einar 500 metrar tjúkt.
Frá boringini hjá Statoil á Brugduleiðini í fjør fingu vit staðfest, at tað gekk væl skjótari at bora gjøgnum basalt enn mett. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram á Williamleiðini.