Alternativ orka
Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum sigur við Sosialin, at BP ásannaði í 1997, sum eitt hitt fyrsta oljufelagið, at neyðugt varð við tiltøkum fyri at minka um termisku dálkingina av umhvørvinum og óhepna vakstrarhúsárinið. Sum liður í arbeiðinum at minka um dálkingina frá orkuframleiðsluni, hevur felagið sett sær fyri at verða undangongufelag í sambandi við verju av umhvørvinum. Sum dømi kann nevnast, at BP setti sær sum mál at minka um útlát sítt við 10% yvir eitt 20 ára tíðarskeið frá 1990 - 2010. Við tiltøkum sum betri tøkni og nýggjum arbeiðshættum, hevur BP longu nú, 8 ár áðrenn tíðarfreistina, nátt sínum máli. BP hevur seinastu 20 árini gjørt stórar íløgur í sólorkuútbúnað, og er málið hjá felagnum næstu 5 árini at økja um hesa framleiðslu við 30%.
Eisini í Føroyum er BP við í menningini av alternativari orkuframleiðslu. BP/Shell samtakið og SEV hava gjørt avtalu um at kanna møguleikan fyri at samskipa vindorku við verandi vatnorkuverkið hjá SEV í Vestmanna. Serstakliga verður hugsað um Mýruverkið, har hæddarmunurin millum brunnarnar er umleið 240 metrar. Málið er m.a. at kanna orku- og fíggjarligu úrslitini av eini skipan, har vindmyllur framleiða streym til pumpur, ið pumpa vatn úr tí niðara brunninum upp í tann ovara.
Hjarnar Djurhuus sigur, at samarbeiðið millum BP/Shell samtakið og SEV er skipað soleiðis, at ein stýrisbólkur, mannaður av fólki hjá BP og SEV, er settur at hava ábyrgdina av verkætlanini. Stýrisbólkurin hevur sett ein arbeiðsbólk, mannaður við fakfólki, ið skal gera tær ymisku kanningarnar í sambandi við verkætlanina. Bretska rágevingarfyritøkan Garrad Hassan, ið er leiðandi innan vindorku, skal luttaka í verkætlanini sum ráðgevi.
Fyrsti arbeiðsfundurin millum BP/Shell og SEV var 1. oktober 2002 í suðurenska býnum Swaffam. Fundurin varð hildin á EcoTech, ið er stovnur fyri alternativari orku. Við stovnin stendur ein vindmylla. Tá hon varð sett upp í 1999, var hon hildin at verða tann mest framkomna vindmyllan í Stórabretlandi. E-66 vindmyllan umboðar eitt nýtt ættarlið av vindmyllum. Hesar vindmyllur hava ikki gervikassa og er arbeiðsferðin bert 10 til 22 snúningar um minuttin. Hetta ger, at tær eru ógvuliga ljóðveikar. Vindmyllan er 97 metrar høg og tvørmálið á bløðunum er 66 metrar. Vindmyllan hevur eina framleiðsluorku uppá 1,5MW, ið kann nøkta miðal steymtørvin hjá umleið 3000 fólkum í Swaffam. Vindmyllan hevur eisini minkað nógv um umhvørvisskaðiligu útlátini. Útlátið av koltvíiltu er minkað við 3000 tonsum og útlátið av svávultvíiltu við 37 tonsum árliga.
Stórabretland hevur ásannað týdningin av alternativu orkukeldunum og hevur tí sett sær fyri, at 20% av samlaðu orkunýtsluni í Stórabretlandi í 2020 skulu koma frá alternativum orkukeldum.
Hjarnar Djurhuus sigur, at gongst sum ætlað, verður kanningin av møguleikanum at samskipa vindorku við verandi vatnorkuverk hjá SEV í Vestmanna liðug í januar 2003. Eru fortreytirnar tá til staðar, fer SEV at umhugsa íløgur í eina tílíka skipan til frama fyri føroyska el-brúkaran og náttúruna.