Brøndby er nú næstfremst

Felagið hjá Jón Róa Jacobsen er fremst av teimum, sum í vár fara at hava stóra setningin at kappast við FCK

SUPERLIGAN

Todi Jónsson hevur verið einasti føroyingurin í superliguni síðani summarsteðgin. Nú er superligan farin í vetrarfrí. Í mars verður sjøtul settur á aftur kappingina. Tá skulu hini liðini royna at fáa FCK aftur. Eftir átjan tey fyrstu umførini er FCK níggju stig undan næstu kappingarneytunum. Tað eru fimtan umfør eftir at spæla.
Tað eru góðir møguleikar fyri, at ein føroyingur verður á liðnum, sum liggur best fyri í kappingini at røkka FCK. Jón Rói Jacobsen er knýttur at Brøndby, sum er næstfremst. Munurin er níggju stig, men eingin veit betri enn teir í Brøndby, at tað ikki er púrasta givið, at níggju stig er nóg mikið at kenna seg tryggan. Í fjør vóru teir í vetrarsteðginum tíggju stig frammanfyri FCK. Todi og teir tóku so mikið nógv inn á Brøndby, at talan var um rættuliga finalu, tá ið FCK og Brøndby spældu í Parkini í næstsíðsta umfarinum. Ta ferðina endaði tað 1?1, og so varð Brøndby meistari.
Leygardagin var Brøndby í Køge. Tað sá leingi ógvuliga svart út. Stutt undan steðginum var álopsspælarin Peter Madsen, sum ofta tykist óargaligur, rikin av vøllinum, tí dómarin helt hann hava brúkt ov ljótan munn. Í 2. hálvleiki misti Køge ein mann og síðstu løtuna skoraði Brøndby tey bæði málini, sum høvdu við sær, at teir eru næstfremstir í superliguni.
Farum fór fram um AaB, og nú eru uppflytararnir á bronsuplássinum. Teir høvdu vitjan av OB, og hóast teir høvdu nógv spæl og málmøguleikar, so sá tað leingi út til, at teir skuldu tapa. OB legði seg á odda við brotssparki í 39. minutti. Í 89. minutti javnaði Farum, og í síðsta minuttinum skoraðu teir sigursmálið, sum venjarin hjá teimum, Christian Andersen, avgjørdur metti, at teir høvdu uppiborið.

AaB kiksaði aftur
AaB hevur leingi verið næstfremst. Teir hava verið óstøðugir, men tað hevur serliga verið á heimavølli. Hesa ferð vóru teir í Århus. AGF hevur nógvu tær síðstu vikurnar verið sera óstøðugt. Men tað eydnaðist hesa ferð at fáa trý stig og harvið kveikja vónina av nýggjum um, at tað ikki skal enda heilt galið. Úrslitið var 1?0, og tað var innskifti Morten Rasmussen, sum skoraði málið, tá ið tað restaðu trettan minuttir.
Esbjerg hevur verið ímillum tey fremstu. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AB, sum eftir sera lítið sannførandi byrjan ikki hevði tapt í sjey dystum á rað. Heldur ikki hesa ferð fóru teir grønu av vøllinum stigaleysir. Úrslitið í Esbjerg var 1?1. Heimaliðið kom á odda í 22. minutti, men tíggju minuttir seinni javnaði AB. Hóast gongdin hevur verið hugalig í næstan tveir mánaðir, so er tað ikki víst, at AB venjarin fer at halda fram í felagnum. Norska Lyn, sum í farna kappingarárinum endaði á triðja plássinum, vil hava danska venjaran.
FCM hevði vitjan av Viborg, og heimaliðið vann 3?1.
Áskoðaratalið sunnudagin var ikki so stórt, sum tað var fyrr í heyst, tá ið veðrið var væl betri, enn tað nú er í Danmark. Men í Parkini møttu næstan átjan túsund upp. Tað vóru fleiri, enn tað hugdu at øllum hinum fimm dystunum tilsaman.