Brøtt brekka hjá HB

Tað er hálvleikur í steypafinaluni í Gundadali. EB/Streymur er framvegis á odda 3-0 við málunum, sum teir fingu í 2., 3. og 20. minutti. Málini hava Sorin Anghel við brotssparki, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen skorað.

Hanus Eliasen hevði veldugan møguleika at økja um leiðsluna, men hann misnýtti ein lítlan metur frá málstrikuni.

Seinnapartin av 1. hálvleiki hevur HB havt fleiri møguleikar. Eitt nú hevur Rógvi Jaocbsen havt royndir, sum EB/Streyma málverjin René Tórgarð meistarliga hevur bjargað.

Eftir hálvan tíma skifti HB tveir spælarar út. Páll M. Joensen varð settur á vøllin fyri Mortan úr Hørg, og Vagnur Mohr Mortensen varð settur á vøllin fyri Rasmus Nolsøe.

Síðani hevur Jákup á Borg verið álopssinnaður vongverji í høgru, og Vagnur Mohr Mortensen hevur meiri verið miðvallari enn miðverji.

Stutt eftir, at hann hevði økt til 3-0, fór Arnbjørn Hansen skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin pólverjin Karoly Potemkin.

HB: Tróndur Vatnhamar ? Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Hans á Lag, Poul Thomas Dam ? Rókur Jespersen, Kári Nielsen, Milan Kuljic ? Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð ? Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, John Heri Dam ? Símun Eliasen, Ronnie Samuelsen - Hanus Eliasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn Hansen