Tað endaði við sigri og kæti á Tórsvølli, tá ið Føroyar vunnu 3 – 2 ímóti Malta.
Tríggjar minuttir undan leikloki sá tað heilt svart út. Malta var frammanfyri 2-1, og nógv bendi á, at tað fór at enda við fyrsta tapinum á heimavølli ímóti Malta.
Tað hevði verið stór eyðmýking hjá nýggja venjaranum Håkan Ericson at leggja rygg til heimatap ímóti Malta, sum hevði vánaligar fyritreytir. Orsakað av koronu hevur eingin landskapping verið suðuri á Malta seinasta hálva árið, meðan okkara menn hava dystast í Europa og í landskappingini.
Men so var tað, at tað síðstu lítlu løtuna eydnaðist at venda tí soleiðis, at 1-2 varð vent til 3-2.
Nógv hevur verið tosað og eisini klikt inn á, at Andreas Lava Olsen varð úttikin. Ætlanin við tí var, at hann síðstu løtuna skuldi verða skiftur inn og at gera vørrin, sum skuldi til. Tað gjørdi hann eftir innlegg úr høgru, og tá ið hann - við bakinum ímóti málinum - høgdi til. Bólturin streyk inn við stólparótini, og føroyingar fingu mótið aftur.
Tveir minuttir seinni vunnu Føroyar fríspark eitt uttanfyri brotsteigin í vinstru. Brandur H. Olsen smekkaði til, og bólturin fór í málið dygst undir nærru samankomingini. Tað eru í dag 20 ár síðani, at Øssur Hansen við tiltikna frísparksmálinum javnaði til 2-2 ímóti Slovenia á Svangaskarði, og nú var tað aftur eitt framúr fríspark, sum Brandur H. Olsen syrgdi fyri sigursmálinum og 3-2.
-Hetta var ein stórur lætti. Eg haldi, at sigurin var uppiborin, hóast vit síðsta korterið av fyrra hálvleiki og stóran part av øðrum hálvleiki vóru kroystir og pressaðir, tá ið maltesararnir við trimum monnum pressaðu okkara verju, sigur venjarin Håkan Ericson.
At sigurin var uppiborin heldur Håkan Ericson, tí tað fyrra partin av fyrra hálvleiki, áðrenn Klæmint A. Olsen legði Føroyar framum við góðum stútara, høvdu verið tríggjar heilt stórir føroyskir møguleikar, men Klæmint A. Olsen og Jóannes Bjartalíð tvær ferðir misnýttu.
-Fram ímóti dystarenda høvdu vit eisini møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora, men tíbetur syrgdu Lava og Brandur við málum eftir gott liðavrik fyri, at tað eydnaðist at vinna 3 – 2 sigurin, sum er sera kærkomin og søtur, sigur svenski landsliðsvenjarin Hådan Ericson.
Og hvussu verður tað sunnudagin í Andorra?
-Tað verður ein heilt annar dystur. Vøllurin har suðuri er vánaligur, og vit vita, at tá fer heimaliðið at vera langt afturi í verjustøðu, men nú fara vit at fyrireika okkum til tann dystin.
Føroyar – Malta 3-2 (1-1)
1-0: Klæmint A. Olsen
1-1: Jürgen Degabriele
1-2: Andrei Agius
2-2: Andreas Lava Olsen
3-2: Brandur H. Olsen
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Patrik Johannesen, 79.), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen (Dan í Soylu, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 71.)
Gult kort: Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Jóannes K. Danielsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Jákup B. Andreasen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Heri H. Mohr
Venjari: Håkan Ericson