Fuglafjørður
Eyðun Klakstein
Fuglafjørður fer at fáa nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum. Tá fer Sigurd Simonsen at avloysa Hallbjørg Hansen, sum hevur røkt starvið seinastu fýra árini.
Í síðstu viku samdust allir listarnir, sum vóru uppstillaðir til valið í Fuglafirði, um, at teir skulu samstarva næstu fýra árini.
Nevndarsessirnir eru býttir millum listarnar, og formansskapurin er mannaður.
- Eg væntaði ikki, at eg skuldi blíva býráðsformaður. Alt hendi so knappliga, men eg havi hug at taka við avbjóðingini, sigur Sigurd Simonsen.
- Tað er nógv arbeiði at gera í Fuglafirði, men vit hava eitt íløguloft, og tí verður ógjørligt at fáa alt gjørt beinanvegin, sigur hann.
Sigurd Simonsen er vinnulívsmaður, og hann roknar við, at hann í fyrstu syftu fer at virka sum borgarstjóri í hálva tíð.
Stríðast
Líkt var annars til, at Tjóðveldisflokkurin skuldi halda fast um leiðsluna, tí flokkurin hevði sera gott val í Fuglafirði og fekk fýra býráðslimir. Flokkurin var ikki langt frá at fáa fimm limir, sum hevði givið flokkinum meirilutan í býráðnum.
Stóri atkvøðuslúkarin var Dánjal Vang, sum fekk næstan fimtu hvørja atkvøðu á valinum. Hann fekk 190 atkvøður, sum var meira enn 70 atkvøður fleiri enn núverandi borgarstjórin og floksfelagin, Hallbjørg Hansen.
Eftir valið brast stríð á millum Hallbjørg og Dánjal, og tað hevur nú forðað fyri, at Tjóðveldisflokkurin kundi halda fast um leiðsluna í Fuglafirði.
Tá teir fýra listarnir samdust um samstarv í síðstu viku, vóru Hallbjørg Hansen og Magni Joensen av Tjóðveldislistanum ikki við á fundinum.
- Eg boðaði undan fundinum frá, at eg ynskti fundin útsettan. Men fundurin var
hildin hóast tað, og síðani havi eg frætt um úrslitið í fjølmiðlunum, sigur Hallbjørg Hansen.
Vælnøgdur
Hallbjørg Hansen hevur skotið Dánjal Vang í skógvarnar, at hann hevur ført skitið valstríð, men tað vísir Dánjal Vang avgjørdur aftur.
- Eg havi verið arbeiðssamur undan valinum, og tað eri eg eisini løntur fyri. Eg havi á ongan hátt roynt at lagt fót fyri floksfelagar. Hinvegin havi eg roynt at stuðla teimum og geva teimum góð ráð, sigur Dánjal Vang.
- Men tá Hallbjørg Hansen fer í fjølmiðlarnar og ikki vil vita av Dánjal Vang, so kann eg ikki gera nógv. Eg kann ikki bera hana á fund.
Tað vóru nógv sum sóu Dánjal Vang fyri sær í borgarstjórasessinum, tá valúrslitið var greitt, men soleiðis skuldi tað ikki enda.
- Eg eri væl nøgdur við, at eg haldi fram sum formaður í Teknisku nevnd, tí so komi eg framhaldandi at arbeiða tætt saman við borgarunum, og tað dámar mær væl, sigur Dánjal Vang.
Allir samstarva
Fýra listar vóru til býráðsvalið í Fuglafirði. Tveir borgaralistar - A og B - og síðani listar hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Vinnarin av valinum var Tjóðveldisflokkurin, sum fekk fýra av teimum 9 limunum í býráðnum. Borgaralistarnir fingu tveir í part, og seinasta býráðslimin fekk Javnaðarflokkurin, sum harvið misti eitt umboð til Tjóðveldisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu tó framvegis meirilutan eftir valið, men tá stríð tók seg upp í Tjóðveldisflokkinum og partvís millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, gjørdist samstarv óhugsandi, hóast landspolitikarar hjá flokkunum hava roynt at lagt trýst á umboðini hjá flokkunum fyri at samstarva.
Óvist um øll verða við
Nýggja samstarvið í Fuglafjarða býráði er millum allar listarnar, men spurningurin er í løtuni, um øll umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum verða við í samstarvinum.
- Eg havi ongan viðmerking til tað í løtuni, tí eg kenni einki til avtaluna, sum er gjørd millum listarnar, sigur Hallbjørg Hansen, sum saman við Magna Joensen ikki var á fundinum, tá samstarvsavtalan varð gjørd.
Nevndarsessirnir eru býttir millum listarnar, og eingin broyting verður gjørd í hesum. Sigurd Simonsen, komandi borgarstjóri, sigur, at um øll umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum ætla at vera við í samstarvinum, so mugu tey býta nevndarsessirnar hjá sær nýggjum millum sín. Tað verður eingin flyting gjørd millum listarnar.
Í løtuni eru tað Dánjal Vang og Tórfríður Abrahamsen, sum sita í nevndarsessunum hjá Tjóðveldisflokkinum
Roknað verður við, at fyrsti fundurin hjá nýggja býráðnum í Fuglafirði verður fyrst í komandi viku.
Nýggja býráðið í Fuglafirði:
Borgarstjóri: Sigurd Simonsen
Varaborgarstjóri: Jan Toftegaard
Fíggjarnevndin: Sigurd Simonsen, Dánjal Vang og Eyðun á Lakjuni
Tekniska nevnd: Dánjal Vang, Jón Nolsøe Olsen og Jan Toftegaard
Mentanarnevndin: Johan Heri Joensen, Eyðun á Lakjuni og Tórfríður Abrahamsen
Havnanevndin: Jón Nolsøe Olsen, Tórfríður Abrahamsen og Jan Toftegaard