Janus Wiberg Mortensen hevur í nakrar mánaðir samstarvað Við Marius Ziska og danska tónleikaframleiðaran Søren Balsner. Janus hevur gjørt av at royna sínar tónleikaveingir í Danmark, og um hálvan september kemur lagið Når Lyset Rammer Dig út, men fyri løtu síðani er ein brellbiti lagdur út av sjónbandalagnum, sum er gjørt til lagið.
Her sæst Janus í fjøllunum norðaliga í Føroyum, í Klaksvík, og har á leið. Upptøkurnar vórðu gjørdar 3. august í ár.
Um ætlanina at leggja leiðaina út í heim at royna veingirnar hevur Janus áður sagt við in.fo:
- Tað byrjaði í januar í ár, tá Hans Marius Ziska og eg tosaðu um hetta við at royna seg uttanfyri landoddarnar, sigur Janus.
- Marius gav mær nøvini á trimum tónleikaframleiðarum. Søren Balsner, sum er framleiðari og bassleikari í Carpark North, var áhugaður. Hann arbeiðir við øllum donsku stjørnunum, sum Burhan G, Medinu og øðrum. Hann var tann eg fegin vildi samstarva við, men sum eg ikki væntaði at sleppa at samstarva við, sigur Janus.
- Fyrst varð eitt lag á enskum innspælt, men so vildi Søren hava Marius at skriva eitt lag, sum vit kundu nýta á danska marknaðinum, og hann var hugtikin av samstarvinum hjá mær og Marius, tá Marius kom við Når Lyset Rammer Dig. Saman við Søren eru vit nú eitt toymi, sum samstarvar um tónleikin, greiðir Janus frá.
- Vit royna okkum við einum sangi í senn, sigur Janus Wiberg Mortensen, sum er spentur uppá at royna seg í donskum sjónvarpi í september.
Brellbitin av nýggja lagnum eru at síggja á www.facebook.com/Januswiberg/
##med2##