Bretland fer væntandi formliga at viðurkenna Palestina sum ríki í dag.
Men viðurkenning merkir ikki, at eitt nýtt ríki kemur frá degi til dags.
Hetta legði bretski løgmálaráðharrin og varaforsætisráðharrin, David Lammy, dent á fyri Sky News.
- Hvørt stig móti viðurkenningini er tí, at vit vilja halda lív í møguleikanum fyri eini tvíríkisloysn, segði hann.
Sambært Financial Times fer Keir Starmer, forsætisráðharri, væntandi at kunngera avgerðina hjá Bretlandi um at viðurkenna Palestina í eini videorøðu til eina óupplýsta tíð seinni í dag.
Síðani verður viðurkenningin formliga kunngjørd á aðalfundinum hjá ST í New York, sum verður í næstu viku og byrjar týsdagin.
Starmer segði í juli, at bretska stjórnin fór at viðurkenna Palestina sum ríki, um ikki ísraelska stjórnin, sum er ímóti einum palestinskum ríki, lýkur eina røð av treytum í nærmastu framtíð.
Ísrael skuldi skriva undir eina vápnahvíldaravtalu við hernaðarrørsluna Hamas og loyva fleiri hjálp inn í Gaza, skrivar Reuters.
Harumframt skuldi Ísrael staðfesta, at landið ongantíð fór at leggja Vestara Áarbakka undir seg, og binda seg til eina friðartilgongd, sum skuldi føra til eina tvíríkisloysn við stovnan av einum palestinskum stati.
- Síðani fráboðanina í juli og sanniliga við álopinum á Katar, er ein vápnahvíld slitin á hesum sinni og útlitini eru døpur, sigur David Lammy við Sky News.
Ísrael leyp á Katar 9. september. Sambært Ísrael var álopið ætlað leiðsluni í Hamas, sum var í oljuríkinum.
Fimm limir í Hamas vórðu dripnir, men fremstu limirnir í rørsluni sluppu undan álopinum við lívinum.
Katar hevur verið vertur og verið miðlari í samráðingunum millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld í Gaza.
Við tvíríkisloysn skuldi eitt palestinskt ríki verið til óheft av Ísrael við egnari stjórn.
Palestinski staturin snýr seg um Vesta Áarbakka og Gaza, sum higartil hava verið umsitin av tveimum ymiskum felagsskapum - ávikavist Fatah, sum stendur á odda fyri palestinska myndugleikanum, og Hamas.
Eitt stórt tal av londum - millum annað Danmark - taka undir við tvíríkisloysnini. Eisini lond, sum enn ikki hava viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki.
Fyrr í ár boðaðu millum annað Frakland, Spania, Írland og Noreg frá, at tey fóru at viðurkenna Palestina sum ríki.
/Ritzau/