Brim og Olivia mest umtóktu gentunøvnini

Brim heldur fram at vinna fram, og saman við Olivia var tað mest umtókta navnið, sum foreldur góvu gentum, ið vórðu føddar í Føroyum í fjør.

Fimm gentur fingu navnið Brim, og somuleiðis fimm fingu navnið Olivia. Tað vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.

 

Brim er framvegis eitt sera nýtt navn í Føroyum. Sambært Hagstovuni varð tað fyrstu ferð givið einum barni, sum varð føtt í Føroyum, í 2024. Við árslok í fjør búðu bara 11 kvinnur í Føroyum við navninum Brim.

 

Olivia hevur hinvegin verið eitt væl umtókt navn í nógv ár. Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið, og við ársenda í fjør búðu 78 kvinnur í Føroyum, sum eita Olivia.

 

Næstbest umtóktu gentunøvnini vóru Anna og Bjarta, sum fýra gentur fingu. Trý børn fingu nøvnini Brynja, Emma, Eva, Iris, Lív og Rebekka.

 

Hagstovan vísir á, at Anna og Bjarta hava verið vanlig nøvn í Føroyum í nógv ár, meðan Brim er eitt av heilt nýggju nøvnunum, sum hava vunnið fram.

 

##med2##