Beinir Johannesen, løgmaður, fer í næstu viku til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, har leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast.
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, verður vertur, tá Beinir Johannesen og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, koma til Nuuk.
Talan er bæði um hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum.
– Í einum heimi, sum broytist skjótt, skulu vit standa tætt saman við teimum, sum standa okkum allar nærmast, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivi.
Hon sigur, at stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført.
Trygdin í Norðuratlantshavi
Ríkisfundurin verður 7. september. Har skulu teir tríggir stjórnarleiðararnir umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Dagin eftir verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. Tá verður serligur dentur lagdur á trygdarpolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis.
Umframt stjórnarleiðararnar luttaka danski uttanríkisráðharrin, løgmálaráðharrin og verjumálaráðharrin umframt viðkomandi føroysku og grønlendsku landsstýrisfólkini.
ES-nevndarforkvinnan eisini í Nuuk
Nuuk verður miðdepil fyri fleiri stórpolitiskum fundum hesar dagarnar. Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, vitjar Grønland 6. og 7. september.
Hon skal fyrst hitta Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen. ES-nevndin hevur skotið upp at meira enn tvífalda stuðulin til Grønlands. Uppskotið er, at stuðulin verður 530 milliónir evrur – knappar fýra milliardir krónur – í sjey ára skeiðnum frá 2028.
Harumframt hevur ES-nevndin umrøtt ein íløgupakka til Grønlands upp á meira enn 150 milliónir evrur, svarandi til góðar eina milliard krónur.
Tá Ursula von der Leyen fer avstað aftur, heldur fundarrøðin hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark fram.
Kelda: Ritzau/Statsministeriet










