Tilgjørd mynd

Brúkið Jákup Sverra til eftirlit og bjarging

Jákup Sverri eig­ur at kunna røkja fiski­veiði­eft­ir­lit og bjarg­ing­ar­upp­gáv­ur, held­ur Torb­en Nielsen. Tyrlu­skip­ar­in Andre­as Mour­it­sen vís­ir á tyrlu­tæn­ast­una sum dømi, at slík fjøl­broytt skip­an rigg­ar væl

Tilgjørd mynd

Føroyar eiga í størri mun at skipa almennar tænastur, so somu før og skipanir kunnu røkja fleiri uppgávur. Føroyska tyrlutænastan er eitt dømi um, at hetta ber til, sigur tyrluskiparin Andreas Mouritsen.

 

Kjakið um vantandi avloysaraskip hevur fingið teldufrøðingin Torben Nielsen at seta spurnartekin við, um Føroyar gagnnýta almennu skipini nóg væl.

 

Í einum uppslagi á Facebook vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land, men ofta skipa vit samfelagið, sum var talan um eitt nógv størri land.

 

Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu at verið fjølbroytt og kunnað røkt fleiri uppgávur.

 

Sum dømi nevnir hann havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Eftir hansara tykki kundi skipið umframt havrannsókn eisini verið útgjørt og mannað til at taka lut í fiskiveiðieftirliti og bjarging.

 

– Vit skuldu sæð landskassan sum ein kassa til samanhangandi loysnir – ikki ein kassa, sum skal fíggja fleiri loysnir til somu uppgávur, skrivar Torben Nielsen.

 

Hann vísir eisini á, at Føroyar longu hava fleiri stór skip hjá bjargingarfeløgum, føroyskar tyrlur og donsku sjóverjuna, sum øll kunnu taka lut í tilbúgving og bjarging.

 

Andreas Mouritsen, tyrluskipari, heldur, at sjónarmiðið er áhugavert.

 

Hann vísir á føroysku tyrlutænastuna sum eitt ítøkiligt dømi um eina skipan, ið longu sameinir fleiri ymiskar uppgávur.

 

Bjargingartyrlurnar røkja ikki bara leiting og bjarging, men eisini innanlandsflúgving – serliga til tær mest fjarskotnu útoyggjarnar – umframt aðra flúgving.

 

– Ein skipan, sum riggar væl við sera lítlum vansum fyri SAR-tænastuna, men við nógvum fyrimunum, bæði fíggjarliga og operationelt, skrivar Andreas Mouritsen.

 

SAR er altjóða styttingin fyri Search and Rescue, sum merkir leiting og bjarging.

 

Sambært tyrluskiparanum vísir føroyska skipanin, at ein og sama tænasta kann røkja fleiri uppgávur uttan at ganga stórvegis út yvir tilbúgvingina.

 

– Ein tænasta og eitt konsept, sum riggar sera væl, sigur Andreas Mouritsen.

 

Sjónarmiðið reisir spurningin, um fleiri almenn før og tænastur í Føroyum kundu verið skipað eftir sama leisti: at ein felags loysn røkir fleiri uppgávur í staðin fyri, at hvør uppgáva fær sína egnu skipan.

 

 

 

Tilgjørd mynd