Sofus Johannesen
Seinasta vikuskifti luttók føroyski judoleikarin Búgvi Poulsen úr Havn, sum dagliga venur við donskum felag, í einari stórari judokapping í Danmark.
Kappingin varð nevnd ?Hillerød Træf?, og var ein stór vinarkapping, har ikki færri enn 248 luttakarar úr Fraklandi, Svøríki, Japan, Týsklandi og Danmark luttóku, harundir eisini føroyski judoleikarin.
Búgvi kappast í vektbólkinum -78 kg.
Kappingin gekk sera væl hjá Búgva, og hann megnaði at koma í finaluna, har hann kom ímóti Peter Tedeholm úr Svøríki.
Búgvi hevur fleiri ferðir fyrr barst ímóti hesum sama Peter. Seinastu ferð var í Norðurlanda Meistarakappingini í mai í ár, har teir møttust í semifinaluni, og tá megnaði Peter at vinna á Búgva. Í NM-kappingini gjørdist Peter Tedeholm vinnari, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 3.
Dysturin seinasta vikuskiftið teirra millum gekk væl hjá Búgva. Longu tíðliga í dystinum kom Búgvi fram um við einum Koka, og hann fekk hildið hesa leiðsluna líka til bert ein minuttur var eftir av dystinum.
Tá fekk Peter kastað Búgva og skoraði Yoku fyri kastið, og hetta gjørdist sostatt úrslitið av dystinum. Harvið endaði Peter Tedeholm sum nr. 1 í kappingini, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 2.
Ætlar at basa honum
Men Búgvi ætlar at gera eina roynd afturat at basa Peter Tedeholm.
Komandi vikuskiftið verður ein stór altjóða judokapping í Gøteborg í Svøríki, nevnd ?Sveedish Open 1997?.
Hetta er ein stór opin kapping, har luttakarar koma úr fleiri londum, og Búgvi Poulsen hevur teknað luttøku í hesari kapping.
Tá Búgvi verður spurdur um vónirnar til hesa kapping svarar hann heldur lítillátin, at tær ikki eru betri enn til aðrar kappingar.
? Tað velst alt um hvussu nógvir og hvørjir luttakararnir vera í kappingini, sigur Búgvi. - Í Svøríki eru nógvir ógvuliga góðir judoleikarar, og tað kann eisini henda, at sterkir útlendingar stilla upp til kappingina. T.d. hava sviar ein, sum nevnist Marcello. Verður hann við í kappingini, verður ringt at gera seg galdandi, men hann hevur í seinastuni ikki stilla upp til norðurlendskar kappingar, men hildið seg til tær sterkaru kappingarnar.
? Hinvegin hava altjóða kappingarnar, sum vit hava luttikið í, víst okkum, at hinir ofta ikki eru betri enn so, at tað ber til at gera seg galdandi, so eg vóni bert eitt gott úrslit. Vit fáa so at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Búgvi Poulsen.