Tað loysti seg avgjørt ikki hjá Montenegro at blíva nummar fýra í okkara bólki, innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum.
Fyrst skal Montenegro 19. og 22. mars spæla tveir dystir móti Finnlandi - úti og heima - um rættin at spæla tveir HM Play Off dystir.
Um Montenegro - og tað er ikki víst við spælinum teir vístu móti Sveis - vinnur samlað á Finnlandi bíðar ein gróthørð mótstøðu í tveimum Play Off dystum.
Mótstøðuliðið verður Slovenia, ið vann innleiðandi EM-bólk D við fullum stigatali, seks stigum. Tó vann Slovenia bert við einum máli, 41-40 á Montenegro. Slovenar halda tó, at tað var teirra minst góði dystur í bólkaspælinum.
Slovenia fer tó at hava eina greiða favorittstøðu til at vinna ein samlaðan sigur á Montenegro ella Finnlandi í tveimum HM Play Off dystum.
HM Play Off dystirnir 13. til 17. mai vera hesir:
Kosovo/Bosnia Hersogovina-FØROYAR
Finnland/Montenegro-Slovenia
Ukraina/Slovakia-Norðurmakedonia
Kekkia-Frakland
Sveis-Italia
Serbia/Litava-Ungarn
Spania-Georgia/Ísrael
Noreg-Turkaland/Rumenia
Eysturríki-Pólland/Lettland
Grikkaland/Belgia-Niðurlond











