Burn: Kyndil er grundspælsvinnari 2025

Leygarkvøldið vóru tríggir dystir leiktir í Burn Mansdeildini

Savnsmynd

Kyndil hevur vunnið grundspælið í Burn Mansdeildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 39-20 á Team Klaksvík. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 21-12.

 

Jákup Jørgensen var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Jens Pauli Poulsen við seks málum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 tepran 29-28 sigur á StÍF. Í steðginum vóru tað annars strandingar, ið vóru á odda 18-14.

 

Brian Slyne og Høgni Heinason vóru toppskjúttar hjá H71 við seks málum hvør. Við átta málum var Torkil Dahl toppskjútti hjá StÍF.

 

Í høllini í Kollafirði vann VÍF í grannauppgerðini 28-22 á KÍF. Vestmenningar vóru frammanfyri 13-9 í steðginum.

 

Emil Nielsen var við fýra málum toppskjútti hjá KÍF. Tróndur Johnsson og Sjúrður Olsen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá VÍF. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá teimum trimum dystunum og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Savnsmynd