VÍF, Neistin og Kyndil býta oddasessin í Burn-mansdeildini ímillum sín eftir kappingarársins fyrstu hondbóltsdystir
Leygardagin í Vestmanna stevndu stigini á Skálafjørð í steðginum. Tá var StÍF á odda 17-12, men VÍF vann at enda 28-26.
StÍF var flúgvandi í fyrra hálvleiki, ið eisini var merktur av, at lyklaleikarin, Jóannes Prestá, mátti gevast eftir eitt korter, tá ið tað gjørdist greitt, at hann ikki varð skrivaður á leikaralistan.
Kortini kundu strandingar fara til hálvleiks á odda 17-12.
Vestmenningar komu brestandi út í seinna hálvleik, og javnaðu til 21-21 við 13 minuttum eftir.
Við góðum minutti eftir var javnleikur 26-26. Tá traðkaði Filip Jojic til. Hann hevði bert skotið eitt mál allan dystin. Óhoyrt fyri málslúkin. Men nú skoraði hann við framúr langskoti, og tá ið StÍF síðani tveitti bóltin burtur, kundu vestmenningar sláa sigurin fastan til 28-26.
Stóru leikararnir vóru 18 ára gamli Bjarni í Selvindi hjá StÍF og 20 ára gamli Heini á Heygum hjá VÍF. Teir skoraðu ávikavist 10 og 12 mál.
Sunnudagin tók Team Klaksvík ímóti Kyndli, og stigini fóru við teimum grønu til Havnar, tá ið tað eydnaðist Kyndli at vinna 23-25.
Tað leikaði javnt á, og nýggi leikarin í Klaksvík, Valentino Valentakovic var vandamikil í álopinum. Kyndil svaraði aftur við síni høgru síðu, Anders Risdal og Tróndi Wardum.
Eftir 11-11 í steðginum, skapti Kyndil avgerandi munin, tá ið tað eydnaðist at økja upp í 16-12. Klaksvíkingar fóru at minka um munin seinasta korterið, og minkaði niður í eitt mál beint fyri leiklok, áðrenn Tróndur Wardum avgjørdi til 25-23 til Kyndil. Tað var í einum rokmiklum dystarenda, har nýggi Team Klaksvíksleikarin, Vuk Stevanovic, var vístur bláa kortið.
Sunnudagin í Havn vann Neistin eisini 28-27 ímóti KÍF.
Sí samandrátt og myndir frá dystinum við at trýsta her
Hagtøl:
VÍF - StÍF 28-26 (12-17)
VÍF: Heini á Heygum 12, Sjúrður Olsen 5 (1), Julian Olsen 3, Jóhan í Garðastovu 2, Jákup Andreas Joensen 2, Filip Jojic 2, Andrias Eriksen 1, Niels Jákup Egholm 1.
StÍF: Bjarni í Selvindi 10 (3), Ivan Mrdalo 7, Pætur Johansen 5, Pætur Barclay 3, Jóannes Prestá 1.
Team Klaksvík - Kyndil 23-25 (11-11)
Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 10, Vuk Stevanovic 4, Beinir Johannesen 3 (2), Kjartan á Gravarbø 3, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Vilhelm Vilhelmsen 1.
Kyndil: Tróndur Wardum 8 (1), Anders Risdal 7 (2), Ovi Lützen 4, Kristoffur Bjørgvin 3, Borgar Sveinsson 2, Mads Lindkvist 1.
Neistin - KÍF 28-27 (13-11)
Neistin: Julian Kragesteen 9, Pauli Høj 5 (2), Karl Martin Olsen 5, Rasmus Søby 4, Bence Gödör 2, John Rói Torfinsson 1, Jónas Rasmussen 1, Jónsvein Dulavík 1.
KÍF: Rúni Joensen 8 (3), Rani A. Højgaard 7, Andrias Nielsen 3, Poul F. Egholm 3, Hjalti H. Matras 2, Hørður F. Sigþórsson, Tony H. Weyhe 1, Suni Johannesen 1.
Støðan í Burn mansdeildini (hsf.fo):
Lið | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
KYNDIL | 1 | 25 | 23 | 2 | 2 |
VÍF | 1 | 28 | 26 | 2 | 2 |
NEISTIN | 1 | 28 | 27 | 1 | 2 |
H71 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
KÍF | 1 | 27 | 28 | -1 | 0 |
TEAM KLAKSVÍK | 1 | 23 | 25 | -2 | 0 |
STÍF | 1 | 26 | 28 | -2 | 0 |
Sí myndir frá dystinum ímillum Neistan og KÍF niðanfyri:
Samandráttur á in.fo kann lesast HER
##ms##
##med2##