Burn: Neistin koppaði KÍF

Nú er opin kapping um annað plássið í Burn mansdeildini

Kollfirðingar tóku í kvøld ikki av møguleikanum at seta seg tungt á annað plássið í Burn mansdeildini, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.

 

Neistin vann 29-27 á KÍF í høllini á Hálsi. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10.

 

Liðini fylgdust allan seinna hálvleik til nakrar fáir minuttir vóru eftir, tá Neistin kom nøkur mál framum og hálaði sigurin heim.

 

KÍF liggur enn best fyri at tryggja sær annað plássið, men H71 og Neistin hava framvegis ein møguleika í tí stríðnum:

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##