Fimta dystin á rað fekk Ari úrtøku við Vendsyssel FF

Ari Olsen og liðfelagarnir leiktu í dag málleysan javnleik

Tríggir sigrar og tveir javnleikir. Tað hevur verið úrtøkan teir fimm dystirnar Ari Olsen hevur spælt við Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Í dag leikti Vendsyssel á útivølli javnleik 0-0 móti VSK Aarhus. Sum vant var Ari við frá dystarbyrjan.

 

Vendsyssel er nummar trý í deildini við 38 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri FC Roskilde, ið tíverri ikki gav Hørði H. Askham spælitíð í dag. 

 

FC Roskilde tapti 2-3 (1-0) fyri Næstved. Roskilde var á odda 2-0, men seinasta stóra korterið skoraði Næstved trý mál og fór við øllum.

 

Í seinasta leikumfarinum í grundspælinum áðrenn Vendsyssel FF og FC Roskilde skulu kappast í ovara endaspælinum verður ein uppgerð teirra millum.

 

2. páskadag klokkan 13 tekur Vendsyssel móti Roskilde í Hjørring. Vónandi verður talan um eina føroyingauppgerð, har Hørður eisini fær spælitíð.