Burn: StÍF koppaði FM-vinnarunum - VÍF vann á Neistanum

Tveir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini í dag

Mynd: HSF

Seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn Mansdeildini, og í báðum førunum máttu liðini úr Havn lúta.

 

Í høllini á Skála eydnaðist tað StÍF at vinna 33-28 á verandi meistarunum, Kyndli. Í steðginum vóru strandingar á odda 15-13.

 

Pauli Rasmussen var við 11 málum stórskjútti hjá StÍF. Tobias Thisen var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli.

 

Neistin mátti á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn lúta 21-26 fyri VÍF, ið var á odda 13-11 í steðginum.

 

Lýðar í Dímun var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Sum so ofta fyrr var Filip Jojic toppskjútti hjá VÍF. Í dag skoraði Filip níggju mál. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá HSF frá hesum báðum dystunum:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: HSF