Elias skoraði og legði upp til 14 mál

THW Kiel er nú einsamalt oddalið í týsku bundesliguni

Mynd: Eurohandball

Elias Ellefsen á Skipagøtu er í stórformi. Í dag skoraði Elias sjey mál, og hann legði eisini upp til sjey mál (assist), tá THW Kiel á útivølli í málríkum dysti vann 41-34 á Leipzig í týsku bundesliguni. Í steðginum var Kiel frammanfyri 23-18.

 

Elias hevur í fimm dystum í bundesliguni skotið 44 mál, og hevur harumframt 14 assist. Also samanlagt 58 málstig.

 

THW Kiel hevur fullan pott, 10 stig fyri fimm dystirnar. Ígjár megnaði Magdeburg bert javnleik 31-31 (11-16) móti Erlangen, so Magdeburg er nummar tvey í deildini við níggju stigum. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Kiel heimadyst móti Minden, ið er triðaftast í deildini. 

 

 

 

Mynd: Eurohandball