Tað boðar estiska uttanríkisráðið frá í eini fráboðan um vikuskiftið, sambært AFP.
Russland er sjálvt limur í Trygdarráðnum, sum er mannað við 15 limalondum - fimm føstum og tíggju ikki-føstum.
Russland er ein av føstu limunum í ráðnum. Danmark er ein av teimum ikki-føstu limunum, sum sita í eitt ár í senn.
Estland situr ikki í Trygdarráðnum.
Trý russisk MiG-31 jagaraflogfør flugu inn í estiska loftrúmið fríggjadagin. Sambært estisku stjórnini vóru tey har í 12 minuttir.
/Ritzau/