Pauli fekk fína føðingardagsgávu í Sørvági

1. DEILD: Á Dungasandi í gjár tryggjaðu skálamenn sær uppflyting í bestu deildina, meðan 07 Vestur flutti niður í 2. deild

Í dag fyllir Pauli Poulsen á Skála 52 ár. Hann er venjari hjá besta fótbóltsliðnum í heimbygdini, og í gjár góvu hansara menn honum eina góða føðingardagsgávu.

 

Pauli Poulsen og hansara menn vóru í Sørvági, har teir vunnu 4-0 ímóti næstbesta liðnum hjá 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at tað nú er staðfest, at næstbesta liðið hjá 07 Vestur í 2026 fer at spæla í 2. deild, sum liðið í fjør flutti upp úr.

 

Tað er eisini greitt, at Pauli Poulsen og hansara menn í 2026 aftur fara at spæla í bestu deildini, sum teir í fjør fluttu niður úr. Skála hevur alt árið verið topplið, og nú tað resta fýra umfør hevur Skála 62 stig og málmunin +72. Á øðrum plássi er AB við 59 stigum og málmuninum +38, og á triðja plássi er B71 við 50 stigum og málmuninum +15.

 

Tað vil siga, at um B71 skal taka uppflytingarplássið frá Skála, so skal B71 vinna fýra teir síðstu dystirnar, meðan Skála skal tapa allar fýra dystirnar, og B71 skal vinna 57 mál inn á skálamenn. Tað ber ikki til, og tí var tað, at Pauli Poulsen í morgun vaknaði upp til 52 ára føðingardagin við atgongumerki til bestu deildina.

 

Í fýra teimum seinastu umførunum fer Skála at spæla ímóti teimum fýra, sum eru á fýra teimum ovastu plássunum, tá ið sæð verður burtur frá suverena oddasessinum hjá Skála – Víkingi (h), B71 (h), ÍF (ú) og AB (h).

 

Í gjár var Simon Jørgensen tvífaldur málskjútti, og hini málini skoraðu Markus Isaksen og innskifti Rói Olsen. Simon Jørgensen er toppskjútti í 1. deild við 24 málum, og honum næstir á máltindinum eru Martin Johansen (20) og Markus Isaksen (17).