Burn: Team Klaksvík knógvaði ein javnleik og H71 vann stórsigur

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini í dag

Tveir dystir eru seinnapartin leiktir í Burn mansdeildini. 

 

Í høllini í Vestmanna megnaði Team Klaksvík ein flottan 26-26 javnleik móti VÍF, ið var á odda 15-11 í steðginum. Jan Eli Ragnarsson javnaði fyri Team Klaksvík til 26-26 beint undan dystarloki.

 

Talan er um fyrsta stigið til Team Klaksvík í hesum kappingarárinum. 

 

Filip Jojic var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Við 10 málum var Páll Müller toppskjútti hjá Team Klaksvík.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 stórsigur 37-27 á Neistanum. Í steðginum var Neistin annars á odda 18-15, men tað gekk av skriðuni hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki. 

 

Hóri Reginsson var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Við átta málum var Jákup Egholm toppskjútti hjá H71.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##