Bussur og bilur út av í hálkuni

Hálkan skapti trupulleikar í ferðsluni í gjár.

savnsmynd

Í hálkuni í gjárkvøldið fór ein bilur út av vegnum á Sandavágshálsi, har tað var sera hált og nógv jarðrok, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun. Har var tó eingin fólkaskaði, og Landsverk mátti koma á staðið at salta vegin fyri at fáa ferðsluna at ganga.

Og á strekkinum millum Leynatunnilin og Vágatunnilin fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av veginum. Vaktleiðarin sigur, at tað var av vindi og hálku, at hann fór út av.

Men heldur ikki har var nakar fólkaskaði, og fá fólk vóru í bussinum, sigur hann.

Bussurin varð hálaður uppaftur í øllum góðum.

Í Kaldbaksfirði var eisini eitt hálkuóhapp, har bilar gliðu í hálkuni.

Náttin hevur annars verið sera friðarlig hjá løgregluni, og úr náttarlívinum er einki at skriva heim um, sigur vaktarleiðarin. Fá fólk vóru í býnum, sigur hann.

 

 

savnsmynd