Grein úe Sosialinum 5. desember 2025:
At tey í Vágs skúla hava tikið ítøkilig stig ber boð um, at mett verður, at talan er um álvarsligan trupulleika
– Vit hava spurt skúlastjóran, hvørji árinini av nógvari skíggjanýtslu eru, og hvussu hesi síggjast aftur millum yngru næmingarnar í skúlanum?
– Tað er ringt at meta um hjá okkum í skúlanum. Tað eru ikki gjørdar nakrar kanningar í Føroyum um árinini av nógvari skíggjanýtslu. Um vit taka kanningarnar hjá Imrad Rashid, sum í farnu viku hevur hildið fyrilestrar um hetta kring landið, so siga tær, at ”Ov nógv tíð framman fyri skíggjanum kann fáa heilan at bera seg at hátt, sum minnir um viðføtt ADHD. Hetta ger at tað verður torført at hugsavna seg, at lesa ein bók, at lurta eftir læraranum í ein heilan tíma, ella bara tað at hyggja at einum heilum filmi,”, vísir skúlastjórin í Vágs skúla á.
– Eg haldi, at vit síggja børn í dag, sum hava trupult við at hugsavna seg í ein skúlatíma. Tað er eisini okkara greiða fatan, at vit brúka meira orku uppá at ”uppala” og ”sosialisera” børnini, sum byrja í skúlanum, enn vit gjørdu fyrr.
– Kanningar úr Danmark vísa eisini, at trivnaðurin er fallandi í fólkaskúlanum. Hetta haldi eg hongur saman við, at børnini ikki eru skúlaklár. At tey ikki klára at hugsavna seg í ein skúlatíma, og at tey hava ringt við at vera sosial. Sjálvt um tað kallast sosialir miðlar, so er einki menniskjaligt samband á hesum miðlum. Man lærir ikki at vera saman, uttan veruliga at vera saman, sigur John Henrik Holm.
Hevur hetta við telefon og skíggjum vundið uppá seg?
– Ja, tað haldi eg. Vit síggja børn niður í barnagarðsaldur hava snildtelefon. Vit síggja eisini børn - og vaksin, ganga á vegnum og hyggja niður í ein skíggja. Hetta hóast tvey fylgjast, so hyggja tey í hvør sín skíggja. Hetta er ikki at vera saman, tí hóast vit fylgjast, eru vit í hvør sínari verð.
– Vit eru øll, eisini eg, hálað inn í hesa verð, sum stjelur okkara tíð.
Hvussu kom tað í lag, at skúli og foreldur komu ásamt um, at næmingar í innskúling ikki hava telefon, og at skíggjatíð skal avmarkast?
– Vit hava í november mánað havt fleiri foreldrafundir, har vit hava havt hetta á skrá. Fyrst, so løgdu vit fram úrslit av kanningini hjá Lóður, og kjakaðust um, hvat vit kundu gera. Hesir vóru foreldrafundir, har foreldur at børnum upp til 6. flokk vóru boðin til fundar. Síðani hava vit havt fundir við 1, 2 og 3. floks foreldur hvør sær. Á teimum fundunum samdust vit um, at tað var ein foreldrauppgáva, ella ein uppgáva hjá okkum vaksnu, at hjálpa børnum okkara burtur úr hesum bundinskapi, sum jú hevur rakt okkum øll. Vit skrivaðu eitt avtaluskjal, har vit í felag tóku stig til at taka snildtelefonina frá børnum okkara. Eg haldi, at tað, at vit tóku avgerðina í felag, lættir um hjá foreldrum at halda avtaluna.
Vit eru øll at kalla í sama báti. Vit hava eisini avtalað at taka hesa avtalu upp einaferð um árið, so vit, sum vaksin, sum foreldur, hava ein felags meting um, nær børn okkara eiga at fáa eina snildtelefon, sigur John Henrik Holm.
Er ætlanin at gera meira við hesi tiltøk, kanska við eldri næmingum eisini?
– Vit hava havt ein felags foreldrafund við foreldur hjá næmingum í 4. – 6. flokki, har ein partur snúði seg um snildtelefonir. Men í løtuni er ikki nakað avtalað um fleiri fundir við foreldur í miðdeild okkara, sigur skúlastjórin í Vágs skúla.











