Senegal og Mali hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Nógv brotsspørk vóru brend í brotssparkskappingini millum Mali og Tunesia

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyrstu áttandapartsfinalurnar í afrikanska meistaraskapinum í fótbólti hjá monnum í Marokko, eisini nevnt AFCON, eru leiktar í dag. 

 

Senegal vann greitt 3-1 á Sudan, meðan tað var háspenningur í áttandapartsfinaluni millum Mali og Tunesia, ið Mali vann 4-3 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Í brotssparkskappingini brendi Mali tvey brotsspørk, meðan Tunesia brendi trý brotsspørk, og tað gjørdist lítli munurin millum liðini.

 

Í vanligu leiktíðini javnaði Mali seks minuttir inni í tíðini dómarin legði aftrat.

 

Senegal-Sudan 3-1 (2-1)

0-1 Aamir Abdallah ('6 )

1-1 Pape Gueye ('29 )

2-1 Pape Gueye ('45+)

3-1 Ibrahim Mbaye ('77 )

 

Mali-Tunesia 4-3 (1-1 - 0-0) - Eftir brotssparkskapping

 

0-1 Firas Chaouat (´88)

 

1-1 Lassine Sinayokom, br. (´90+)

 

Mali vann brotssparkskappingina 3-2. 

 

Í morgin klokkan 16 spælir vertstjóðin, Marokko móti Tansania, og klokkan 19 møtast Suðurafrika og Kamerun. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix