Byggja heimsins størstu ferðamannaferju

Norska ferjureiðaríið Color Line skal byggja heimsins størstu ferðamannaferju.

Nýggja ferjan skal sigla millum Oslo og Kiel í Týsklandi. Hon verður 74.000 tons stór ella tvær ferðir so stór sum "Kronprins Harald", sum nú siglir á rutuni. Nýggja ferjan fer at taka 2.770 ferðafólk, og bilrøðin á dakkinum kann vera 3,3 kilometrar long.
Ferjan skal byggjast í Finnlandi og verður eftir ætlanini latin reiðarínum í desember í 2004. Byggikostnaðurin er 2,3 milliardir krónur. Tað er skipasmiðjan MasaYards, sum skal byggja ferjuna. Norska stórfyritøkan Kværner eigur hesa finsku skipasmiðjuna.