Byggja út fyri 2,8 milliónir næsta ár

Næsta ár skal Vágs Kommuna betala 4,4 milliónir meiri í rentum og avdráttum, enn í ár.Tilsamans skal kommunan betala 12 milliónir í rentum og avdráttum komandi ár, og tað er næstan ein triðingur av fíggjarætlanini

Næsta ár skal ætlar Vágs Býráð at byggja út í kommununi fyri góðar 2,8 milliónir. Hetta er eitt sindur minni enn í ár, tí í ár er bygt út fyri 3,3 milliónir í Vági

Á býráðsfundi týskvøldið varð fíggjarætlanin samtykt og hon javnvigar við 32,6 milliónum. Hetta er eitt sindur meiri enn fíggjarlógin í ár, sum javnvigaði við 29,8 milliónum.

Sum nevnt aðrastaðni, verður skatturin lækkaður úr 23 %, niður í 21,75%


12 milliónir í avdráttum

Annars skal Vágs kommuna næsta ár betala 7,2 milliónir í avdráttum og 4,8 milliónir í rentum, ella tilsamans 12 milliónir.

Hetta er væl meiri enn kommunan hevur betalt í ár. Í ár hevur kommunan betalt 4,2 milliónir í avdráttum og 3,4 milliónir í rentum, ella tilsamans 7,6 milliónir.

Sostatt skal kommunan betala 4,4 milliónir meiri í rentum og avdráttum komandi ár, enn hon hevur gjørt í ár.

Men tað er eftir teirri nýggju avtaluni um kommunuskuldina, at kommunan skal betala so nógv. Eftir avtaluni skal kommuna tey næstu fimm árini betala 10% av skuldini hvørt ár í avdráttum. Tá ið tey fimm árini eru farin, er kommunan komin heilt uppundan, tí tá er skuldin komin niður á 45 milliónir og tað er ikki meir enn ein góð álíkning. Næsta ár fer kommunan um 32 milliónir inn í skatti. Í løtuni skyldar kommunan 72 milliónir.


Veg til eldrasambýli

At so nógv skal betalast í rentum og avdráttum, hevur gjørt, at eitt sindur má sparast í rakstrinum, hóast inntøkan er hægri.

Men tað hjálpir, at av tí, at kommunan yvirtekur barnaansingina, og landið afturfyri yvirtekur eldraøkið, sparir kommunan áleið eina hálva millión.

Umframt tær útbyggingar, sum greitt er frá aðrastaðni, ætlar býráðið eisini at gera veg til Eldrasambýlið. Býráðið hevur sett 550.000 krónur av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2001. Ætlanin er at gera veg frá Eldrasambýlinum, oman í høvuðsvegin niðri á Marknoyri.

Somuleiðis skulu 300.000 krónur brúkast til nýggja luftskiftisskipan í skúlanum, tí tað er kravt. Eisini eru 900.000 krónur settar av til nýtt reinsiverk, og kirkjugarðurin skal byggjast út fyri 400.000 krónur.

Annars kann kommunan byggja út fyri einar fimm milliónir, eftir karmunum, sum fíggjarmálastýrið hevur sett upp.