Fyrilestur um strategiskan fyrimun í kvantatøkni á Tonik

Quantum á Tonik 2026: Kristine Helen Falgren við fyrilestri um strategiskan fyrimun í kvantatøkni

Tíðindaskriv:

 

Tonik kunnger nú, at Kristine Helen Falgren, Managing Director í Danish Quantum Community, verður ein av røðarunum á Tonik 2026. Hon kemur at tosa um, hvussu kvantatøkni longu nú kann gerast eitt strategiskt amboð hjá vinnuni, og hví tað er umráðandi at skilja kósina, áðrenn kappingarneytar leggja seg á odda og fáa fyrimunin.

 

Fyrilesturin eitur:

 

“Strategic advantage in Quantum”

 

Danish Quantum Community er ein “cluster” við meira enn 75 samstarvspørtum í donsku kvanta-vistskipanini. Kristine Helen Falgren er harumframt partur av Grand Solutions Committee for Quantum Technology hjá Innovation Fund Denmark og limur í OECD GFTech-arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við kvantatøkni.

 

Hon hevur arbeitt tætt saman við lykilaktørum í donsku kvantaumhvørvinum í meira enn sjey ár, m.a. í danska Uttanríkisráðinum. Í starvinum sum Head of R&D hjá Copenhagen Fintech hevur hon eisini stuðlað og lagt til rættis fleiri granskingar- og menningarsamstørv millum vinnu og lærdóm, serliga við atliti at, hvussu kvantatøkni kann nýtast innan fíggjarvinnu. Harumframt hevur hon verið virkin í tøkni-umhvørvinum í Íslandi.

 

Tonik er ein altjóða tøkni- og listaráðstevna í Tórshavn, har tøkni, nýskapan, vinnan og skapandi vinnur møtast. Við Kristinu Helen Falgren verður eitt av heimsins mest spennandi tøkniøkjum – kvantatøkni – sett á skrá við einum greiðum vinnuligum sjónarhorni: hvat merkir tað, hvørjir møguleikarnir eru, og hvussu fyritøkur og leiðarar kunnu fyrireika seg strategiskt.

 

Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026