Tór Marni Weihe innleiðir film um spunasmiðin hjá Putin

Frá Filmsfelagnum:

 

25/3 kl 20:00 The Wizard of the Kremlin (Olivier Assaya Frakland USA 2025 152 min)

 

Tór Marni Weihe, Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og serkønur í russiskum viðurskiftum, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið. Tá visa vit nýggja filmin um spunasmiðin hjá Putin, “The Wizard of the Kremlin”. Filmurin er um fiktiva spunasmiðin hjá Putin, Vadim Baranov, sum byggir á samnevndu, virðisløntu og satirisku skaldsøguna hjá Giuliano da Empoli, sum kom út á fronskum í 2022, og fekk Grand Prix du roman de l'Académie française.

 

Sýningin er almenn.

 

 

 

Filmsfelagið